Mentanarvirðislønir landsins handaðar mikukvøldið

Virðislønirnar í ár eru tríggjar

Mikukvøldið 15. januar handar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, Mentanarvirðislønir landsins í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tiltakið er alment og byrjar klokkan 19. 

Umframt Mentanarvirðisløn landsins, sum er kr. 150.000, og Heiðursgávu landsins, sum er kr. 75.000, handar landsstýrismaðurin eisini eina serstaka virðisløn, sum er kr. 50.000.