Merkið veittrar í Goa í India

13 føroyingar eru farnir til India í brúdleyp

Í sambandi við at høvuðskokkurin á hvonn, Suyash Kanekar, í dag giftist við Ameritu, eru 13 føroyingar, harav 4 starvsfelagar við makum, bodnir við í brúdleyp í indiska økinum Goa.

Suyash hevur starvast í Føroyum í 6 ár og trívist so mikið væl, at hann ætlar at verða verandi í Føroyum.

Brúdleypið verður hildið í 4 dagar við teirra siðvenju og ritualum. Á sjálvum vígsludegnum luttaka 1.700 fólk. Hetta eru familja og vinir, sum hátíðarhalda parið.

– Serligt gestablídni hevur verið víst okkum allar dagarnar. Vinir og familja hansara hava verið um okkum, so einki hevur manglað, siga tey.

Føroyingarnir høvdu Merkið við sær til India, og varð tað sjónligt hendan dagin.