Merktu grindirnar vestliga

Merkta grindin úr Havn hevur seinasta dagarnar ferðast í ein útsynning, og er nú á 28 longdarstigum.

Hesum boðar Havstovan frá í dag.

Grindin førkar seg spakuliga vestureftir, og er nú ájavnt tað vestasta grindin úr Bø hevur verið.

 ##med2##

Merkta grindin úr Bø hevur seinastu dagarnar ferðast eystureftir, burtur frá Reykjanesrygginum, men hevur vent, og ferðast nú aftur vestur móti rygginum.