Mest lisnu søgur í 2019: Hetta hevur verið syrgligt at uppliva (2)

Tann greinin, sum var næst mest lisin á in.fo í fjør, var samrøða sunnumorguin 30. juni við vakthavandi á politistøðini í Havn – dagin eftir tónleikatiltakið Voxbotn í Vágsbotni í Havn.

Í samrøðuni segði løgreglan, at tað vóru serliga nógv dýrandi full fólk í býnum í Havn, og tað hildu løgreglufólkin vera sera syndarligat at síggja.

– Hetta hevur verið heilt ektremt, segði løgreglan og vísti á, at tað aldrin hava verið so nógv fólk í býnum í Havn, sum í nátt. Men serliga hevur tað verið syrgiligt at síggja, at tað hava heldur aldrin verið so nógv full blaðung fólk í býnum sum í nátt.

Løgreglan hevur heldur aldrin havt so nógv at gera, sum í nátt, men felagsnevnarin fyri alt, tey hava havt at gera, er rúsdrekka. Tey siga, at serliga syrgiligt er tað, at í mestan mun var talan um blaðungfólk, ofta ímillum 14 og 18 ár, sum drukku seg frá viti og skili, og sum sovnað úti á berajólum, og sum eru dottin, ella í aðrar mátar eru komin illa fyri, eitt nú mátti ein ungur maður fáa hjálp, tí hann hevði andaneyð.

Les greinina her: https://www.in.fo/news-detail/news/nogv-full-ung-folk-hetta-hevur-verid-syrgligt-at-uppliva/Nógv full ung fólk: Hetta hevur verið syrgligt at uppliva