B36-KÍ 0-3: Málini og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg (B36) og Mikkjal Thomassen (KÍ)

KÍ er nýtt oddalið í Betrideildini

KÍ er nýtt oddalið í Betrideildini

TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,

og hoyr frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá frásøgumaðurin hjá FM1, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum, ið Simen Sandmel, Darius Lewis og Jóannes Bjartalíð skoraðu fyri KÍ, tá KÍ vann 3-0 á B36 í Gundadali í Havn seinnapartin.

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B36, Jákup á Borg sum tó er glaður fyri at fáa høvið at reisa seg aftur móti KÍ í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið komandi mánadag.

3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá KÍ, ið kann staðfesta oddasessin í Betrideildini, og kann eisini staðfesta, at hansara spælarar veruliga vísa, at teir vilja verða við í oddastríðnum.

4) Hoyr viðmerkjaran hjá FM1 í dag, Heðin Askham taka samanum dystin. Heðin heldur, at KÍ hevur í stórum stíli melda seg inn í favorittfeltið í FM-stríðnum.

 

 

KÍ er nýtt oddalið í Betrideildini