Metnógv ung á ting

Ungdómurin gjørdi av álvara innrás í føroyskan politikk, tá ið veljararnir á løgtingsvalinum valdi ikki færri enn fýra valevnir á ting, ið eru undir 30 ára gomul. Aldrin áður hava so nógv ung valevnir vunnu sæti á tingi.

Frá vinstru: Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Strøm og Bjarni K. Petersen

Frá vinstru: Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Strøm og Bjarni K. Petersen

Ungdómurin gjørdi av álvara innrás í føroyskan politikk, tá ið veljararnir á løgtingsvalinum valdi ikki færri enn fýra valevnir á ting, ið eru undir 30 ára gomul. Aldrin áður hava so nógv ung valevnir vunnu sæti á tingi.

Tey ungu valevnini, ið taka sæti á tingi næsta leygardag, eru 22 ára gamli Beinir Johannesen, 23 ára gamla Hervør Pálsdóttir, 25 ára gamli Bjarni K. Petersen og 28 ára gamla Ingilín Strøm.

Síðan heimastýrislógin kom í gildi í 1948 hava føroyingar verið fimtan ferðir á løgtingsvali. Til tey fimtan valini eru tað einans fimtan løgtingsfólk vald, ið vóru undir 30 ár, harav fýra av teimum blivu vald leygardagin. Tað vil siga, at á teimum fjúrtan valunum frammanundan, eru tað einans 11 tingfólk, ið hava tikið sæti á tingi, meðan tey vóru undir 30 ár.

Djóni í Geil var tann fyrsti av hesum, ið bleiv valdur á løgting, tá ið hann sum 25 ára gamal vann sæti á tingi í 1954.

Einans eina ferð áður er tað hent, at fleiri enn tvey ung valevnir eru vald á ting. Tað var í 1974, tá Signar á Brúnni, 29 ár, Óli Breckmann, 26 ár, og Heðin M. Klein, 24 ár, tóku sæti á tingi.

Um ein samgonga verður skipað millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin, sum í løtuni eru í samráðingum, er møguleiki fyri, at enn fleiri ung undir 30 ár verða at síggja á tingi. 

Á fólkaflokslistanum eru 29 ára gamli Jóhan Eli Lyngvej Poulsen og 26 ára gamli Rógvi Egilstoft Nielsen nummar 4 og 5 av eykavaldum. Alt annað upp á hvussu nógv landsstýrisfólk flokkurin fær er tað væl møguligt, at í hvørt fall annar teirra verður at síggja á tingi.

Fyri Miðflokkin er 23 ára gamli Steffan Klein Poulsen fyrsti varamaður, og verður hann tí at síggja á tingi, um antin Jenis av Rana ella Bill Justinussen verða landsstýrismenn.

Fólk undir 30 vald á ting síðani heimastýrislógina í 1948:

1. Djóni í Geil, 25 ár, 1954
2. Jákup Lindenskov, 25 ár, 1958
– Jákup Lindenskov, 29 ár, 1962
3. Finnbogi Ísakson, 23 ár, 1966
– Finnbogi Ísakson, 27 ár, 1970
4. Signar á Brúnni, 25 ár, 1970
– Signar á Brúnni, 29 ár, 1974
5. Óli Breckmann, 26 ár, 1974
6. Heðin M. Klein, 24 ár 1974
- Heðin M. Klein 28 ár 1978
7. Jørgen Niclasen, 25 ár 1994
– Jørgen Niclasen, 29 ár, 1998
8. Annita á Fríðriksmørk, 29 ár, 1998
9. Kristina Háfoss, 26 ár, 2002
10. John Johannesen, 26 ár, 2004
11. Hanus Samró, 23 ár 2011
12. Beinir Johannesen, 22 ár, 2019
12. Hervør Pálsdóttir, 23 ár, 2019
12. Bjarni K. Petersen, 25 ár, 2019
12. Ingilín Strøm, 28 ár, 2019

Frá vinstru: Beinir Johannesen, Hervør Pálsdóttir, Ingilín Strøm og Bjarni K. Petersen