Mette Frederiksen: Avgerðin um Huawei er tykkara

Forsætisráðfrúan sigur, at Føroyar kunnu ráðføra seg við Center for Cybersikkerhed um 5G-netið – men avgerðin liggur í Føroyum, tí at málsøkið er yvirtikið

Um Edmund Joensen fekk sum vátan vøtt, ella um hann hevði væntað svarið, skulu vit ikki kunna siga. Men svarið var stutt og greitt, sum hann fekk frá Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, tá hann um middagsleitið í spurnartímanum í Fólkatinginum vildi hava at vita frá Mette Frederiksen, um Føroyar sjálvar kunnu gera av, um kinesiski telerisin Huawei skal standa fyri 5G netinum í Føroyum

– USA er hart ímóti, at Kina skal vera virkið í okkara parti av heiminum, sum vit hava sæð fleiri greið dømi um seinastu tíðina, segði Mette Frederiksen í savarinum til Edmund Joensen.

Edmund Joensen vísti á, at á NATO-fundinum, har forsætisráðfrúan hitti amerikanska forsetan, varð sagt á tíðindafudni aftaná, at í dag hava leiðarar skyldu til at tryggja trygdina í telesamskifits undirstøðukervi okkara, eisini 5G.

– Vit vóru samd um bert at lýta á tryggar skipanir. Tí er mín spurningur: Kunnu Føroyar, sum gjøgnum kongaríkið Danmark er ein partur av Nato, lata vera við at liva upp til hesa skyldu? spurdi Edmund Joensen.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú sigur sum fyrr nevnt, at tað eru Føroyar sjálvar, sum taka avgerðina um, hvør skal standa fyri landsins 5G neti.

– Tað er týdningarmikið hjá mær at siga, at teleøkið er eitt yvirtikið málsøki.

– Tað er tí ein føroysk avgerð, og Føroyar hava góðan møguleika at ráðføra seg , tá tað snýr seg um cybertrygd. Og harvið at ráðføra seg við Center for Cybersikkerhed.

– Men økið er yvirtkið, og tí er tað soleiðis, at handan avgerðin verður tikin í Føroyum, segði forsætisráðfrúan.

/ritzau/