Mette Frederiksen ger greitt: Grønland er ikki til sølu

USA kannar møguleikan at keypa Grønland. Men tað fer ikki at henda, leggur forsætisráðfrúan dent á.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, vónar ikki, at boðini frá USA um at keypa Grønland eru meintí álvara. Og annars er Grønland als ikki til sløu. Tað ger hon greitt, eftir at tað er váttað, at amerikanski forsetin, Donald Trump, kannar møguleikan at keypa Grønland.

Tað skrivar grønlendska blaðið Sermitsiaq.AG.

– Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki danskt. Grønland er grønlenskt. Eg vóni áhaldandi, at hetta ikki er nakað, sum er meint í álvara, sigur Mette Frederiksen við blaðið.

Mette Frederiksen er á vitjan í júst Grønlandi í dag og í morgin.

Larry Kudlow, búskaparligur ráðgevi í Hvítu Húsunum, hevur í dag váttað, at Trump-fyrisitingin er í ferð við at »hyggja uppá« eitt møguligt keyp av Grønlandi.

– Danmark eigur Grønland. Danmark er ein sameindur. Grønland er eitt strategiskt stað. Har eru nógv virðismikil ráevni.

– Forsetin, sum veit nakað um at keypa oghnir, vil fegin hyggja upp á tað, sigur Kudlow við Fox-vertin Dana Perino í eini sending.

2. – og 3. september vitjar Donald Trump í Danmark, har hann millum annað skal tosa um arktis við Mette Frederiksen.

Undir vitjanin skal hann eisini htta formannin fyri grønlendska sjálvstýri, Kim Kielsen, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Kim Kilsen, landsstýrisformaður, avvísti fríggjaagin, at Grønland  er ella kann verða sett til sølu.

Her er talan um eina »absurda diskussión«, heldur Mette Frederiksen. Hon sigur við DR, at Kim Kielsen hevur gjørt tað greitt, at Grønland er ikki til sølu.

– Og so steðgar tosið harvið. Hinvegin er tað rættiliga nógv annað, sum vit fegin vilja tosa við amerikanska forsetan um, sigur Mette Frederiksen við DR.

Í shjálvstýrislógini frá 2009 verður tað sligið fast, at grønlendingar eru teirra egna fólk. Tí kann Danmark heldur ikki selja Grønland, sjálvt um tað skuldi verið upp á tal.

 

/ritzau/