Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, á tíðindafundi seinnapartin (Foto: Liselotte Sabroe/Scanpix 2019)

Mette Frederiksen: Ov nógv skilir okkum

Tað er meira sum skilir Vinstra og Javnaðarflokkin, sum tí ikki kunnu fara í stjórnarsamstarv, sigur Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, nú Lars Løkke Rasmussen í dag hevur fríggjað til Javnaðarflokkin.

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, á tíðindafundi seinnapartin (Foto: Liselotte Sabroe/Scanpix 2019)

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, heldur, at frástøðan til politikkin hjá Vinstra er ov stór til, at tað ber til at skipa eitt samstarv millum Vinstra og Javnaðarflokkin.

Tað segði hon á einum tíðindafundi í dag, eftir at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur nevnt møguleikan at skipa eina stjórn millum Javnaðarflokkin og Vinstra fyri at halda víðgongdu høgraflokkarnar burtur frá valdinum.

– Eg havi trupulleikar við at trúgva upp á sannføri í tí, sum Lars Løkke Rasmussen sigur í dag, sigur Mette Frederiksen.

Boðini frá Lars Løkke Rasmussen komu í dag eftir valstríð í hálvaaðru viku.

Mette Frederiksen nevnir ymsiar munir á Javnaðarflokkinum og Vinstra, sum hon heldur merkir, at tað ber ikki til at skipa eina slíka stjórn.

– Politisku ósemjurnar eru av slíkum slag, at talan ikki kann verða um eina slíka stjórn, sigur Mette Frederiksen.

Hon vísir millum annað á miðsavningarspurningin, pensjón, ójavna, vælferð og grønu dagsskránna.

– Danmark er ógvusliga miðsavniða sum úrlsit av miðsavningarnýskipanini hjá Lars Løkke. Vit vilja fegin fara hinvegin.

– Eg kundi nevnt, at vit vóru tveitt úr samráðingunum um seniorfyritíðarpensjón. Tað er munur á, um tú trýt upp á ein veruliga rætt til seniorpernsjón.

– Eg kann ikki viðmæla eina SV-stjórn við teimum ósemjum, sum eg m. a. havi nevnt her, sigur Mette Frederiksen.

Lars Løkke Rasmsussen tólk øll á bóli við fráboðanini í samrøðubókini, sum er komin út í dag undir heitinum »Befrielsens Øjeblik«.

Her vísir hann á ta skilnaðarstund, sum er í donskum politikki, sum er orsøkin til eina møguliga SV-stjórn, um tey borgarligu tapa valdið vegna ultimativ krøv frá uttast høgraveingi.

Mette Frederiksen stríðist eisini við fleiri krøv frá vinstraveinginum, um hon vil vera forsætisráðfrú. Hon er tí partvíst samd við tí, sum forsætisráðharrin sigur.

– Eg skilji ørkymlanina hjá forsætisráðharranum yvir øll tey ultimativu krøv, sum eru komin í danskan politikk og mongdina av lyftum, sum øll vita ongan kjans hava, sigur Mette Frederiksen.

/ritzau/

Forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen, á tíðindafundi seinnapartin (Foto: Liselotte Sabroe/Scanpix 2019)