Michelin handar stjørnur í dag klokkan 16

Í dag klokkan 16 byrjar tiltakið í Tróndhemi í Noreg, har Michelin stjørnurnar fyri Norðurlond verða handaðar.

Karin Visth, vínserfrøðingur á Koks, Johannes Jensen, stjóri, og Pól Andrias Ziska, høvuðskokkur

Karin Visth, vínserfrøðingur á Koks, Johannes Jensen, stjóri, og Pól Andrias Ziska, høvuðskokkur

Fyri Føroyar hevur tað stóran áhuga, um KOKS, sum fekk eina stjørnu í 2017 og eina afturat í 2019, megnar at varðveita báðar stjørnurnar.

Vit hava skilt á lagnum, at umboð fyri KOKS eru boðin við til tiltakið, hvat tað so merkir. Møguleikarnir eru fleiri: Ein Michelin-matstova kann missa sínar stjørnur, hon kann missa eina, hon kann varðveita báðar ella fáa ta triðju stjørnuna.

Síðsta møguleikan trúgva tey ikki uppá. Sigur Johannes Jensen, stjóri á Koks líka avgjørdur, sum hann var, tá hann í fjør varð spurdur, um tey kanska fingu eina stjørnu afturat.

Tað er ikki hissini avrik soleiðis at koma á topplistan av heimsins bestu matstovum. Um nakrar tímar fáa vit at vita, um Koks megnar bragdið enn einaferð.

Karin Visth, vínserfrøðingur á Koks, Johannes Jensen, stjóri, og Pól Andrias Ziska, høvuðskokkur