Miðlahúsið: Koronakreppan rakar Sosialin

Koronakreppan rakar eisini Miðlahúsið, sum bindur um heilan fingur. Sosialurin kemur ikki út mánadag og mikudag fyribils.

– Vit merkja longu avleiðingarnar av, at alt landið er farið niður í ferð. Posta ber ikki út í hvørt hús mikudag fyribils, lýsingainntøkurnar eru bráðsteðgaðar, og fleiri av sølustøðunum, sum selja blaðið eru stongd. Tí er ikki annað hjá okkum at gera, enn at laga okkum til umstøðurnar og skerja útgávurnar, so leingi hendan kreppan stendur við.

Tað sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

– Vit hava viðgjørt støðuna seinastu dagarnar, og tað stendur púra greitt, at fyri at tryggja virksemið hjá Miðlahúsinum framyvir, so mugu hesi stig takast, sigur hann.

Í hesum sambandi hevur Miðlahúsið tikið av hjálparpakkanum hjá landsstýrinum við tað øll starvsfólk eru farin niður í tíð, so leingi kreppan stendur við.

VikuskiftisSosialurin kemur út sum vant. Hann verður at fáa í leysasølu hóskvøld og borin haldarum við Posta fríggjadag.

In.fo og tíðindini á FM1 verða ikki ávirkað av hesum tiltøkum.