TIÐINDI     SOSIALURIN

Nú mugu vit halda uppat at reypa um arbeiðspláss

Fremsta uppgávan er ikki at skapa arbeiðspláss. Fremsta uppgávan er at skapa eina vinnu, sum gevur yvirskot. Tí so koma arbeiðsplássini av sær sjálvum. Og tað kemur ikki skil á fiskivinnuna, fyrrenn allur stupul er burtur, tí stuðulin bedøvar reiðarar og ger tað óneyðugt at bróta upp úr nýggjum



­John Petersen er heilt avgjørt á rættari leið. Eg vóni bara at hann nú megnar at standa ímóti trýstinum.

Seinastu dagarnar hava vit javnan hoyrt harmaljóð frá reiðarum, sum gremja seg um, hvussu álvarsligar avleiðingar verða, um John Petersen, landsstýrismaður fær makt, sum hann hevur akt, og fær tikið íløgustuðulin av nú í mars mánaða.

­ Verður stuðulin tikin av, fara nógv skip á heysin og fleiri hundrað arbeiðspláss fara fyri skeytið, hava ávaringarnar ljóðað.

Hinvegin eru ikki nógvir reiðarar, sum vilja siga, at teir eru púra samdir við John Petersen í, at stuðlin eigur at verða tikin av.

Men ein av teimum er hósvikingurin, Hans Andrias Joensen, sum nú býr í Havn og sum eigur trý skip.

Hann ikki bara tekur undir við John Petersen í at stuðulin skal burtur, ongantíð ov skjótt.

Hann beinleiðis eggjar honum at halda fram og ikki at geva eftir fyri tí ómetaliga trýsti, sum liggur á honum frá teimum, sum ikki vilja missa stuðulin.

Tí hann er púra sannførdur um, at hann er ikki einsamallur um at ynskja allan stuðul, har ið piparið grør.

­ Tað eru nógvir reiðarar, sum eru samdir við mær, og John Petersen í, at stuðulin skal takast av nú.

­ Allir hinir eru bara so sera varnir at gera vart við seg. Tí djúpt innan í sær sjálvum hugsa teir sum so, at fáa teir ein kekk frá Gjaldsstovuni, er tað sjálvandi ikki so galið, hóast teir í veruleikanum ikki hava brúk fyri pengunum, sigur Hans Andrias Joensen.


Hava havt góða tíð

Hans Andrias Joensen sigur, at hann tekur fult undir við, at íløgustuðulin eigur at verða tikin av nú.

Hann sigur, at tað kann aldrin bera til, at tað kemur óvart á reiðarar, at íløgustuðulin verður tikin av nú.

­Tað eru eini fimm ár síðani, at vanligi rakstrarstuðulin varð tikin av og íløgustuðulin kom.

Og tá varð gjørt greitt, at íløgustuðulin fór at verða tikin av nú.

­ Tvs, at reiðarar hava havt alla tað tillagingartíð, teir kunnu krevja.

­ Í eini fimm, seks ár hava teir vita, at íløgustuðulin hvarv nú. Teir hava vitað tað alla tíðina, eisini teir, sum keyptu bátarnar, eftir, at teir vóru saneraðir.

Men nú siga fleiri, at tá ið teir keyptu bátarnar, var ein fortreyt nettupp tann, at íløgustuðulin varð verandi so leingi skuld var í skipinum?

­ Tað passar ikki. Tað hevur alla tíðina verið púra greitt, at íløgustuðulin helt uppat nú.

Ungi reiðarin í Hósvík sigur, at tað ber ikki til at byggja eina vinnu á stuðul.

­ Vit mugu hugsa logiskt. ­ Øll vinnulívsfólk mugu heilt einfalt siga sær sjálvum, at eru tey í eini vinnu, sum ikki ber seg, so mugu tey gera ávísar rationaliseringar, so tað fæst at bera seg.

­ Men gongur tað framvegis ikki, er at gevast og at royna seg í onkrari aðrari vinnu

­ Soleiðis eiga vinnulivsfólk at hugsa, heldur enn bara at hugsa um at fáa slanguna í landskassan, hvørja fer tað ikki gongur


Burtur frá tí gamla

Hans Andrias Joensen sigur, at vit kunnu ikki blíva við at krøkja okkum í gamla siðvenju.

­ Tað ber ikki til at tvíhalda um eina vinnu, bara tí hon altíð hevur verið til. ­ Tað nyttaði heldur onki at tvíhalda um teir gomlu, kolfýrdu trolararnir, tí teir vóru so órationellir.

­ Vinnur broytist og mugu endurnýggjast og tillagast eftir tíðini og eftir umstøðunum.


Spilla komin í

Hans Andrias Joensen sigur, at eftir hansara tykki er ein spilla komin í føroyskan hugsunarhátt.

Og tað er, at grundarlagið undir vinnulívinum er at skapa arbeiðspláss.

­ Tá ið nýggjar fyritøkur eru komnar, verður altíð reypað av, hvussu nógv arbeiðspláss eru skapt.

­ Men, hvussu nógvir studningur skal til fyri at skapa hesi arbeðsplássini, verður onki tosað um.

Hans Andrias Joensen sigur, at vit mugu koma burturfrá, at fremsta endamálið við at seta fyritøkur á stovn, er at skapa arbeiðspláss.

­ Fremsta endamálið hjá vinnulívinum er ikki at skapa arbeiðspláss.

­ Fremsta uppgávan er at skapa ein vinning.

­ Tað hevur spilt manga fyritøkuna, at hugsað verður fyrst og fremst um at skapa arbeiðspláss. Tað er ein grund til, at skilið er so illa vorðið í føroyskum vinnulívið, at tað er so trupult at fáa nakað at bera seg. Tað er ikki uppgávan hjá vinnulívinum at hugsa um at skapa arbeiðspláss.

­ Fólk skulu eggjast til at seta pengar í vinnulívið tí tey rokna við at teir kasta nakað væl meiri av sær har, enn teir gera í bankanum.

­ Men tann aðalhugsjónin fyri einum frælslyntum vinnulívi er tíverri pakkað væl niður og lagt á ovastu hyll onkusntaðni.

­ Hinvegin er so eisini vandi fyri at missa pengarnar, um fyritøkan ikki gongur.

Hans Andrias Joensen sigur, at hann trýr heldur onki uppá, at støðan er so ring, sum nógvir reiðarar vilja gera hana til.

­Eg veit t.d. um djúpvatnstrolara, sum hevði eina millon í avlopið, men sum kortini fekk eina millión í íløgustuðuli.

­ Og tað sigur seg sjálvt, at hetta er við til at avlaga kappingina, tí tað er oyðileggjandi fyri bátar, sum ongan stuðul fáa, um henda milliónin t.d. verður brúkt til at keypa fiskidagar fyri.

Annars heldur hann, at tað er nógv fyri at hoyra somu, gomlu 3serfrøðingar3, sum stóðu á oddafyri vinnulívinum í áttatárunum, framvegis bjóða seg fram sum serfrøðingar at fortelja okkum, hvussu vit eiga at gera.

­ Teir fingu tað ikki at bera til við eini hálvari milliard í stuðuli. Og teir fáa tað framvegis ikki at bera til, hóast rokfiskiskap og topp-prísir. So eg veit ikki, hvat teir eiga at hava sína sokallaðu 3ekspertisu3 í.

­ Teir dugdu ikki lektiuna í áttatiárunum, og eg veit ikki, hví vit skulu halda at teir duga betri nú í nítiárunum.


Bara halda tørn

Tí eggjar Hans Andrias John Petersen til at halda tørn.

­ Eg eri púra vísur í, at tann politikari, sum leggur atkvøðufiskaríið á hylluna, og hugsar um samfelagið og skattaborgaran í hesum landi, fer at draga tað longra stráið, sum frálíður.

­ Og tað fer John Petersen eisini at gera, um hann heldur fast við, at stuðulin skal takast av.

­ Tað eru nakrir fáir, sum ikki klára seg, sum rópa upp ­ Men heldur enn at lurta eftir teimum fáu, eigur hann at gera tað, sum gagnar tí tigandi meirilutanum best.

­ Eg haldi, at vinnan skal sigla sín egna sjógv nú. Eg ivist í, um nakar bátur fer á heysin um íløgustuðulin verður tikin av, sama hvussu reiðarar vena seg nú.

­ Men lat teir so fara. Lat so onkran fáa teir, sum er førir fyri at hugsa øðrvísi og kanska kann finna uppá okkurt, sum ber seg.

Hans Andrias Joensen leggur, afturat, at sum er, verður íløgustuðulin ikki brúktur til íløgur, men til vanligan rakstur, og tað má halda uppat

Hinvegin hevur hann onki ímóti, at landið hjálpir til eitt avmarkað tíðarskeið, fyri at fáa nýskapandi vinnur á føtur og fyri at fáa nýggj vinnutól uppundan.

Men tað, sum reiðarar siga, er, at hetta er ein stuðul, sum loysir seg, tí bátarnir kasta meiri av sær til samfelagið í seinna endanum, enn teir fáa í stuðuli og at teir tí geva eitt íkast til samfelagið, hóast teir fáa stuðul?

­ Eg veit ikki, hvussu langt vit skulu fara við tí. ­ Alt er eitt íkast til samfelagið. Hvørja ferð tý grevur eina rennu, er hon fyri so vítt eitt íkast til samfelagið.

­ Men vit fáa onki vinnulív á føtur, uttan at vit skipa so fyri, at vinnan kastar nóg mikið av sær til at hon sjálv kann gera í løgur í nýggjar vinnur og í nýggj vinnutól. ­ Tástaðni fara arbeiðsplássini eisini at koma av sær sjálvum.

­ Og tað er ein gomul, føroysk sannroynd, at neyð lærir nakna kvinnu at spinna.

­ Men kemur tú ongantíð í neyð, kemur tú heldur ikki víðari. So er bara at liggja á tí sama toginum, tí fært tú ikki fisk, er bara at far í landskassan eftær tí, sum manglar í.

­ Tí ger stuðulin onki uttan tað, at hann bedøvar reiðarar til ikki at royna nakað nýtt. Ikki fyrrenn stuðulin er tikin av, verða teir motiveraðir til at ganga nýggjar leiðir, heldur Hans Andrias Joensen.