WHO sigur, at fólk hava fingið í seg mikroplast við drekkivatninum í fleiri ára tíggjur - uttan, at tað hevur borið til at ávíst heilsuskaðilig árin av hesi orsøk.

Mikroplast til lítlan vanda í drekkivatni

Flestu plastbitlar í drekkivatni fara ígjøgnum tarmskipanina, uttan at vera tiknir upp í likaminum, vísir ein nýggj frágreiðing hjá Heimsheilsustovninum, WHO.

 

 

WHO sigur, at fólk hava fingið í seg mikroplast við drekkivatninum í fleiri ára tíggjur - uttan, at tað hevur borið til at ávíst heilsuskaðilig árin av hesi orsøk.

 

Hóast vit drekka mikroplast í okkum, tá vit drekka vatn við smáum plastbitlum í, hevur sambært Heimsheilsustovninum WHO ikki verið møguligt at staðfesta um - ella hvussu - vandamikið hetta er fyri menniskju. Í sínari fyrstu frágreiðing um trupulleikan við mikroplasti, sum hevur verið nógv umrøddur í seinastuni, heldur WHO, at neyðugt er við nógv størri gransking á økinum.

Mikroplast er plasttilfar, sum er niðurbrotið í smáar bitlar, sum eru smærri enn fimm millimetrar. Hóast nógv fokus hevur verið á trupulleikan, er mikroplast kortini ikki eitt nýtt fyribrigdi. WHO sigur, at fólk hava fingið í seg mikroplast við drekkivatninum í fleiri ára tíggjur - uttan, at tað hevur borið til at ávíst heilsuskaðilig árin av hesi orsøk.

- Sjálvt um vit fáa mikroplast í okkum, merkir tað ikki neyðturviliga, at ein vandi er í hesum. Drekkur tú fløsku-ella kranavatn, nýtist tær ikki neyðturviliga at vera órógvað/-ur av hesum, sigur samskiparin av vatnreinleika hjá WHO, Bruce Gordon, við tíðindastovuna, AP.

WHO, sum í ávísan mun hevur roynt at dempa óttan fyri mikroplasti, vísir til gransking sum bendir á, at meginparturin av plastbitlunum fara út aftur úr likaminum á vanligan hátt - og uttan, at teir verða upptiknir í tarm-skipanini hjá menniskjum. Tó viðurkennir WHO, at granskingargrundarlagið fyri hesi fyrstu frágreiðingini er lutfalsliga veikt og ófullfíggjað.

Tað hevur bara verið granskað í mikroplasti í nøkur ár, og WHO leggur dent á týdningin av at halda fram við hesi gransking innan evni, sum viðvíkja heilsuni. Granskingin, sum liggur aftan fyri frágreiðingina hjá WHO, var ikki "standardiserað", sum tað verður rópt, og granskarar hava eisini brúkt ymisk vatnfiltur, tá teir hava talt bitlarnar í vatnroyndunum.

- Siga vit, at ein vatnkelda hevur havt 1000 bitlar í einum litri av vatni, meðan ein onnur kelda bara hevur ein, kann orsøkin helst finnast í filtrunum, sum eru brúkt í royndunum. Vit halda, at kanningarnar eru rættiliga veikar, sum Bruce Gordon, samskipari, tekur til.

Stjórin fyri fólkahheilsu hjá WHO, Maria Neira, sigur, at mikroplast er allastaðni, eisini í drekkivatninum, og tí er neyðugt, at vit minka um vøksturin av plastruski í náttúruni. Frágreiðingin hjá WHO vísir á, at avbjóðingin eisini er knýtt til drekkivatni sum heild, tí bæði dálkandi kemikali'ir og skarn fylla nógv í drekkivatninum hjá mongum heimsborgarum.

WHO heldur, at vit í staðin fyri at gera so nógv burtur úr mikroplasti í drekkivatni, áttu vit heldur at havt eitt størri fokus á og gjørt íløgur í vatnskipanir hjá so mongum, sum hava skaðiligar smáverur í vatninum at dragast við.

- Tvær miljardir fólk drekka í dag vatn, sum er dálkað við skarni, og hetta førir til, at ein miljón fólk doyggja av hesi orsøk um árið, sigur Bruce Gordon, samskipari, sum tó leggur dent á, at sjálvandi eiga bæði brúkarar og myndugleikar at minka um nýtsluna av plasti fyri at verja umhvørvið.

 

 

WHO sigur, at fólk hava fingið í seg mikroplast við drekkivatninum í fleiri ára tíggjur - uttan, at tað hevur borið til at ávíst heilsuskaðilig árin av hesi orsøk.