Mikroplastið ferðast eisini við vindi

Granskarar hava funnið stórar nøgdir av mikroplasti í ísinum á Arktis

Granskarar hava nú staðfest, at stórar nøgdir av mikroplasti eru í ísinum á Arktis og í jøklunum í Evropa, og granskarar ynskja nú gransking, ið skal staðfesta, hvørji heilsuárin standast av at anda inn mikroplast.

Nýggj úrslit frá kavaflókum millum Grønland og Svalbard hjá týsk-sveisiska granskararliðnum vísti, at fyri hvønn litur av ísi vóru í miðal 1.760 bitlar av mikroplasti. Somu granskarar hava áður staðfest, at um 10.000 bitlar av mikroplasti eru í miðal fyri hvønn litur av ísi, ið tikin hevur verið á Arktis.

Gransking hevur ávíst, at fólk eta í miðal um 50.000 bitlar av mikroplasti um árið, og eldri gransking hevur eisini staðfest bitlar av mikroplasti í krabbameinsvevnaði í lungum.

Melanie Bergmann, ið er ein av granskarunum, metir, at hóast okkurt av mikroplastinum kemur umvegis sjógvin, so má nú ásannast, at nógv av plastinum ferðast við vindinum, og roknast má tí við, at atmosferan er illa dálkað av mikroplasti.

Av tí at gransking áður hevur ávíst, at mikroplast í lungunum er í ávísan mun krabbameinselvandi, meta granskararnir, at neyðugt er við meira gransking, ið meira nágreiniliga kann vísa á árin á fólkaheilsuna av mikroplasti.