Minka hámarksferðini við 20 km/t

Vegirnir í Sørvági skulu vera tryggari fyri børn og ung

Mynd: Sørvágs kommuna

Mynd: Sørvágs kommuna

50 km/t í bygdum øki og 80 km/t uttanfyri bygd øki er vanliga hámarksferðina á føroysku vegunum, um ikki annað er upplýst.

Men borgarar í Sørvági mugu nú venja seg við, at hámarksferðin verður munandu minni miðskeiðis í bygdini. Kommunan hevur nevniliga avgjørt at minka hámarksferðina í miðbygdini við 20 km/t. Tað vil siga frá 50 km/t til 30 km/t. Tað skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Á heimasíðuni upplýsir kommunan, at avgerðin er grundað á tilráðing frá skúlastýri, skúla og bussførarum, ið ynskja at gera vegirnar í bygdini tryggari fyri børn og ung.

- Eftir tilráðing frá skúlastýri, skúla og bussførarum verður roynt at tálma ferðsluna og fáa ferðsluviðurskiftini í Sørvági tryggari – serliga í støðum, har okkara børn og ungu ferðast til gongu, skrivar kommunan.

Í samband við broytingina hevur kommunan sett fýra skeltir upp, ið upplýsa bilførarar um, at teir koma inn í eina sonu har hámarksferðin er 30 km/t.  

Mynd: Sørvágs kommuna