- Hóast jarðarferðir hava verið sambært tilmælum, hava fólk ikki hildið seg aftur við at senda blómur ella krans, sigur Haraldur Símunarson Hammer.

Minnast tey farnu við blómum og kransum

- Eingin jarðarferð er eins, og ymiskt kann vera frá einar bygd - ella einum øki - til annað, sigur Haraldur Símunarson Hammer, sum rekur jarðarferðartænastuna, Seinasta Heilsan.

 

Haraldur Símunarson Hammer, sum eigur Blómuhúsið við Norðskála og rekur jarðarferðartænastuna - Seinasta Heilsan - tekur sær av øllum uppgávum og fyrireikingum í samband við eina jarðarferð.

- Nú vit hava fingist við hetta í nøkur ár, hava vit eina góða barlast í okkara arbeiði og nógvar royndir. Vit hava lært prestarnar at kenna, og vit hava samstarvað við nógv avvarðandi. Eingin jarðarferð er eins, og ymiskt kann vera frá einar bygd - ella einum øki - til annað, sigur hann.

Men, árið í fjør var øðrvísi enn onnur ár. Tá jarðarferðir hava verið, hevur verið lýst við, at hesar fara fram sambært almennum koronu-tilmælum.

Jarðarferðartænastan - Seinasta Heilsan - hevur avtalur við fleiri kommunur um koyring, og her hevur Haraldur Símunarson Hammer tveir líkvognar, harav annar verður skiftur út um nakrar mánaðir, tá hann fær ein nýggjan líkvogn av merkinum, Mercedes.

- Í farna ári hevur okkara høvuðsarbeiði verið at levera kistur og at koyra til jarðarferðir. 

 

Vísa samkenslu við blómum

Í Blómuhúsinum við Norðskála hava tey bæði børuprýði, kransar og blómutyssi, sum eru partur av einari jarðarferð.

- Hóast jarðarferðir í farna ári hava verið sambært almennum tilmælum, hava fólk ikki hildið seg aftur við at senda blómur ella krans. Fólk hava ivaleyst hugsað, at tá tey ikki kunnu fara sjálvi, hava tey í staðin víst sína samkenslu við blómum og kransum.

Haraldur Símunarson Hammer vísir á, at tað eru ofta tey nærmastu, arbeiðspláss, feløg og stovnar, sum senda krans, meðan onnur, sum vilja vísa samkenslu, senda blómur.

- Ein onnur og nýggj uppgáva, sum vit hava tikið okkum av, er at vera í kapellinum í samband við jarðarferðir. Her hevur eingin verið hjá teimum avvarðandi at venda sær til, og tí hava vit verið tøk, tá avvarðandi hava heitt á okkum.

Hann sigur, at tey her hava hjálpt teimum avvarðandi við praktiskum viðurskiftum, eins og tey eisini hava syrgt fyri, at sóknarprestur í økinum, sum er jarðarferðarmyndugleiki, har hin farni búði, hevur fingið deyðsváttan í samband við andlátið.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin

Haraldur Símunarson Hammer sigur, at fólk, sum hava ein kæran, ið er farin og sum eru í iva um, hvussu fram skal farast, eru altíð vælkomin at venda sær til jarðarferðartænastuna, Seinasta Heilsan.

- Vit vilja hjálpa avvarðandi við øllum uppgávum í samband við eina jarðarferð, eins og vit eisini eru veitarar av kistum og gravsteinum, leggur hann aftrat.

##med2##

- Hóast jarðarferðir hava verið sambært tilmælum, hava fólk ikki hildið seg aftur við at senda blómur ella krans, sigur Haraldur Símunarson Hammer.

- Í Blómuhúsinum við Norðskála hava vit bæði børuprýði, kransar og blómutyssi til jarðarferðir.