Minni útróður nú bólkur 5B ikki sleppur at loysa

- Av tí, at bólkur 5B ikki hevur nakar fiskidagar eftir, verður helst ikki so nógvur útróðrarfiskur í næstu viku.

 

 

 

Fimm ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum. Tey fiska mest av toski og longu, og tey fáa eisini nakað av hýsu og brosmu.

- Okkurt av ísfiskalínuskipunum kemur inn at landa mánadagin, og hini koma seinni í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Lagt verður aftrat, at tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi, og tvey fiska við Eysturgrønland.

Streymurin verður harður í vikuni sum kemur, men veðrið verður gott.

- Av tí, at bólkur 5B ikki hevur nakar fiskidagar eftir, verður helst ikki so nógv av útróðrarfiski í næstu viku. 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátarnir annars hava góðan fiskiskap eftir toski og hýsu, og teir hava eisini fingið nakað av hvítingi.