- Minnist meg ikki hava sæð ein so álvarsaman tilburð í Føroyum fyrr

Sigur forkvinnan fyri Sjúkrarøktarafelagið, um tilburðin í vikuskiftinum.

Nú eitt heilsustarvsfólk á landssjúkrahúsinum varð álopið av einum persóni, sum var innlagdur á psykiatriska deplinum, hevur in.fo verið í sambandi við Sjúkrarøktarfrøðingarfelagið, um hvørt mannagongdirnar eru tryggar á psykiatriska økinum.


- Tann spurningurin er ikki heilt so einfaldur. Í psykiatriska deplinum hevur verið arbeitt nógv við at fáa slíkar tilburðirnir niður. Tað er trupult at sleppa heilt undan sovorðnum tilburðin, men tað hevur eydnast í øgiliga stóran mun, sigur Óluvá í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Tó hevur hon ikki fingið nøkur ítøkilig boð um júst tilburðin sum fór fram í vikuskiftinum, og kennir ikki til ítøkiligu hendingina. Vanliga verður gjørd ein meting av sjúklingum, áðrenn farið verður inn til teirra ella at ganga túr við teimum.


- Eg taki fyri givið, at man hevur fakliga mett, at tað var í lagi at vera einsamallur saman við sjúklinginum. Var tað ikki tað, so høvdu helst verið meira enn ein persónur kring viðkomandi, men eg kenni ikki umstøðurnar, sigur Óluvá í Gong.

Lesið eisini: Skuldsettur fyri drápsroynd uttanfyri Landssjúkrahúsið

Tilburðurin endaði við, at starvsfólkið var meiðslað í høvdi, umframt at maðurin tók kvørkratak á heilsuhjálparanum, sum síðani er skuldsettur fyri drápsroynd.


- Minnist meg ikki hava sæð ein so álvarsaman tilburð í Føroyum fyrr. Eg vildi sjálvandi ynskt, at tað slapst undan øllum hesum, men tað kann koma fyri, sigur forkvinnan fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.