Minst 207 deyð av bumbum á Sri Lanka

207 fólk eru deyð av bumbuspreingingum á Sri Lanka í dag, og 450 eru særd, sigur løgreglan í Colombo. Sjey eru handtikin.

Upphavsrætt til myndatilfar: Ritzau, Scanpix

 

Ein talsmaður fyri løgregluna á Sri Lanka sigur, at í minsta lagi 207 fólk eru deyð av bumbspreingingum í dag og 450 eru særd.

Løgeglan hevur handtikið sjey fólk í sambandi við bumbuálopini ímóti kirkjum og hotellum í landinum.

##ms##

Tað upplýsir verjumálaráðharrin á Sri Lanka, Ruwan Wijewardena. Samstundis sigur hann, at talið av deyðum er hækkað til minst 190.

– Sjey mistonkt eru handtikin í sambandi við samskipaðu bumbuálopini í Colombo, Negombo og Batticaloa.

##med2##

– Stjórnin hevur váttað, at tey flestu álopini vóru sjálvmorðsálop og vóru gjørd av einum bólki, sigur Wijewardena í einum tweeti sambært BBC.

Fleiri tímar eftir frásøgnir um bumbur í trimum kirkjum og trimum hotellum komu boðini um eina sjeyndu og áttandi spreinging – í Dehiwela, sum liggur nærindis høvuðsstaðnum, o gí sjálvum Colombo.

Ein talsmaur fyri løgergluna sigur við AFP, at minst tvey eru deyð av spreingin í Dehiwela framman fyri einum djóragarði.

Fleiri enn 400 eru særd í álopunum, upplýsir ein sjúkrahússtjóri og løgreglufólk Reuters.

Millum tey raktur hotellini er Shangri-La Colombo, Kingsbury Hotel og Cinnamon Grand Colombo.

##med8##

Í kirkjuni St. Sebastian's í Katuwapitiya, sum er norðran fyri Colombo, eru fleiri enn 50 deyð, sigur løgreglumaður við Reuters. Myndir haðain vísa nógv blóðdálkað lík í kirkjuni, har loftið er blást omanav.

Fjølmiðlar á staðnum skrivar, at eisini 25 eru deyð av eini bumbuspreingin í eini kirkju í Batticaloa í eystara landspartinum.

Ein kelda í bumbupatruljuni hjá løgregluni sigur, at ein triðja spreingin var í St. Anthony's Kirkjuni í Kochcikade, Colombo.

Forsætisráðharrin í Sri Lanka, Ranil Wickremesinghe, hevur kallað landsins trygdarráð saman.

Eingin hevur enn átikið sær ábyrgdina fyri álopini.

Myndugleikarnir hava sett í gildið útgonguforboð um náttini. Tað verður galdandi frá klokkan 18 lokalatíð fram til klokkan 06 í morginári.

Samstundis hevur stjórnin stongt allar størri sosialar miðlar og boðtænastur.

Longu fyri 10 døgum síðani fingu løgreglumenn eini álvarsom bo. Tey vóru frá løgreglustjóranum á Sri Lanka, Pujuth Jayasundara.

Hann ávaraði um álop ímóti stórum og kendum kirkjum. Ávaringin varð send landsins leiðandi løgreglufólkum 11. apríl. Hann vísti til kanningar úr útlondum um sjálvmorðsálop.

Sambært ávaringunum skuldi ein víðgongdu muslimskur bólkur á Sri Lanka – bólkurin NTJ (Tað Tjóðskaparliga Towheeth Jama'ath) – hava lagt álopið til rættis.

##med5##

NTJ er fyrr sett í samband við oyðileggingar av Buddha-standmyndum í Sri Lanka.

Tað hevur verið steðgur í borgarkrígnum í landinum í 10 ár millum myndugleikarnar og tamilsku loysingarrørsluna. Fram til 2009 stóðu uppreistrarfólk javnan fyri bumbuálopum í høvuðsstaðnum.

 

/ritzau/AP

.