Minst fýra støð í Føroyum eiga at verða stongd alt fyri eitt

Talið á ferðafólki eigur at verða avmarkað á minst fýra plássum

Slættaratindur er eitt pláss, sum skuldi verðið avbyrgt

Slættaratindur er eitt pláss, sum skuldi verðið avbyrgt

Tað er heilt ófatiligt, at Mykineshólmur ikki er avbyrgdur fyri ferðafólk fyri fleiri árum síðani.

Tað staðfesti Magnus Gaard, næstformaður í Hagafelgnum, á ráðstevnu í Havn fyrr í vikuni um hvørs mans rættin at ganga í haganum.

Tey í Hagafelagnum virka fyri, at fólk skulu hava óskerdan rætt at ganga úr fjørðu upp á fjallatind. Men fyrsta treytin er, at náttúran verður varðveitt og tí er tað heilt avgerandi, at vit fáa eina náttúruverndarlóg, sum ásetur reglur fyri, hvussu vit skulu bera okkum at.

Og hann sigur, at skulu vit tosa um at varðveita náttúruna, er tað óskiljandi, at Mykineshólmur ikki fyri langari tíð síðani er avbyrgdur fyri ferðafólk.

Tað er vitleyst at fólk framvegis sleppa at ganga og mala í lundalandinum, og sleppa at draga lundan úr holunum fyri at fáa eina selfie til Facebook, sigur hann

Poul Sundskarð, sum skipar fyri ferðum, og sum eisini er ferðaleiðari, sigur, at tað eru minst fýra støð í Føroyum, sum skuldu verðið avbyrgd fyri ferðafólk beinanvegin, og tey eru Mykines, Kallurin, Klakkur, Slættaratindur og Mykines.

Í Sosialinum í morgin hava vit nógv meiri um hvørs mans rættin hjá fólki at ganga í haganum, og um hvørjar avleiðigar støðan, sum nú hevur tikið seg upp við gjaldsstøðum fleiri staðni, hevur fyri ferðavinnuna. Og tær avleiðingarnar eru ikki lítlar, tí tíðindini um gjaldsstøðirnar breiða seg skjótt víða um lond.

Slættaratindur er eitt pláss, sum skuldi verðið avbyrgt