Mowi Canada hevur tilsamans 59 aliloyvi í Kanada (eystur), harav 47 loyvi eru í Ný Foundlandi og 12 í New Brunswick.

Missa aliloyvi tí nógvur laksur doyði

Alifelagið Mowi hevur boðað frá, at felagið fyribils hevur mist tíggju av sínum 59 aliloyvum í Kanada.

 

Mowi Canada hevur tilsamans 59 aliloyvi í Kanada (eystur), harav 47 loyvi eru í Ný Foundlandi og 12 í New Brunswick.

 

Tað eru lokalu fiskiveiðimyndugleikarnir í Ný Foundlandi og Labrador, sum hava kunnað alifelagið Mowi um avgerðina um fyribils at taka aliloyvini frá felagnum.

Sagt verður, at Mowi hevur havt ein deyðleika á 2,6 miljónir fiskar - ella umleið 5000 tons - á alistøðum við Coast of Bays í Ný Foundlandi. Kyst.no, sum skrivar um málið, vísir á, at hetta framgongur í einari børsfráboðan hjá Mowi. 

- Deyðleikin hevði sína orsøk í langdrignum hita í sjónum, sum elvdi til ilttrot. Øll loyvini, sum eru tikin aftur, høvdu tilknýti til alistøðir, sum vórðu raktar.

Mowi skrivar í sínari fráboðan, at fyribils afturtøkan av loyvunum fer, soleiðis sum tey hava skilt, ikki at ávirka eftirverandi virksemið hjá felagnum í Ný Foundlandi.

Óhappini í Ný Foundlandi eru tryggjað, og útrokningar hjá Mowi siga, at talan er um tap fyri umleið fimm miljónir evrur - ella stívliga 37 miljónir krónur. 

Kyst.no skrivar, at Mowi Canada hevur tilsamans 59 aliloyvi í Kanada (eystur), harav 47 loyvi eru í Ný Foundlandi og 12 í New Brunswick, sum er landslutur í eystari parti av Kanada.

##med2##

Mowi Canada hevur tilsamans 59 aliloyvi í Kanada (eystur), harav 47 loyvi eru í Ný Foundlandi og 12 í New Brunswick.