So skjótt, sum tað verður samanhangandi gott veður í nakrar dagar, verður farið í holt við at taka gamla missiónshúsið í Strandatúni á Strondum niður.
Í Sjóvar kommunu vísa tey í dag á, at tá arbeiðið fer í gongd, fer ferðslan í Strandatúni at verða tarnað, so leingi sum arbeitt verður á økinum.
Tá nýtt missiónshús varð bygt á Strondum, varð avtala gjørd millum Sjóvar kommunu og stýrið fyri missiónshúsið, at kommunan skuldi yvirtaka gamla húsið.
Nýggja missiónshúsið á Strondum varð tikið í nýtslu hin 24. februar í 2018, og síðan er alt virksemið so líðandi flutt úr gamla missiónshúsinum og yvir í nýggja húsið.
Nú skal so gamla húsið rívast niður, og hetta verður gjørt so skjótt, sum sagt verður frá nøkrum fylgjandi døgum til veður.