Mistu koyrikortið á staðnum fyri at koyra svakt

Tveir bilførarar, við tungum speedarafóti, máttu seta bilin á staðnum og sluppu ikki at koyra víðari

Í gjár varð løgreglan aftur á ferð við lasaranum at kanna, hvussu skjótt bilarnir koyrdu.

Hesa ferð vóru tey á Skálafirði og tað gjørdi mun tí upp á bara ein hálvan tíma vórðu tveir bilførarar tiknir, sum koyrdu so mikið skjótt, at teir mistu koyrikortið á staðnum.

Annars koyrdi 124 kilometrar um tíman har tað er loyvt at koyra 80, og hin koyrdi heilar 142 kilometrar um tíman.

Báðir bilførararnir mátti lata løgreglufólkunum koyrikortið, og seta bilin,og so máttu tey finna aðrar útvegir fyri at sleppa víðari.

Umframt at missa koyrikortið, fáa teir eisini nakrar túsund krónur í bót í part, umframt útreiðslurnar til nýtt koyrikort, sum eisini eru upp á nakrar túsund krónur.