Møblar fara um koll umborð á Viking Sky

Sí óhugnaliga videobrotið, sum eitt ferðafólk umborð á ferðamannaskipinum út fyri Noreg hevur tikið

Tað er ikki tespiligur túrur, sum fólkini umborð á ferðamannaskipinum Viking Sky hava fingið í kvøld. Stóra ferðamannaskipið fekk motortrupulleikar í illveðrinum seinnapartin í dag beint uttan fyri Noreg, og í fleiri tímar hava bjargingarfólk roynt at fingið tey 1.300 fólkini trygt í land.

 

Fleiri av ferðafólkunum, sum eru komin í land, hava úttalað seg til norskar miðlar um, hvussu tey upplivdu støðuna. Tað er gjøgnumgangandi í øllum úttalilsunum, at eingin var fyrireikaður uppá hetta, og tey tískil vóru bæði skelkað og bangin. Summi av fólkunum umborð hava fingið skaða og nøkur teirra, ið eru komin á land, eru flutt á sjúkrahús. 

 

Eitt av ferðafólkunum umborð tók video uppá, meðan tað stóð serliga hart á umborð á Viking Sky. Her sæst, hvussu bæði stólar og borð verða tveitt aftur og fram í rullandi skipinum. Meðan hetta hendir, so dettir okkurt knappliga niður úr loftinum.

 

Tað kann ikki vera hugaligt at vera umborð og uppliva hetta, og tú kanst síggja videobrotið, sum Alexa Sheppard hevur tikið, niðan fyri her.

 

 

 

1.300 fólk skulu bjargast, og sambært NRK eru tað inntil víðari komin 139 fólk í land.