Møðgur stjørna Havgrím og Kaffihúsinum

– Tað er í lagi, at vit ikki altíð eru samdar. Vit hava onga fasadu yvirfyri hvørju aðrari, og tí duga eisini at taka hvørja aðra, eru møðgurnar Lis Eklund og Beinta Rasmussen, sum eiga og reka Kaffihúsið og Havgrím, samdar um

– Tá eg arbeiddi á Hotel Føroyum, kom Beinta øgiliga ofta niðan á hotellið eftir skúlatíð. So sat hon har og legði serviettar saman og hjálpti til. Seinni fór Beinta at læra til tænara á Hotel Føroyum, sigur Lis Eklund og leggur síðani aftrat, at tað var upplagt hjá henni og dótturini Beintu at fara undir hotelvirksemi saman. 

Vit sita inni í nýumvældu kommandørhúsunum yviri við strond í Havn og tosa. Eyðkendu húsini beint við sjóvarmálan, sum nú eru vorðin gistingarhús. Húsini eru umbygd við virðing og alski til upprunastílin, eins og dentur er lagdur á, at innbúgvið hóskar til søguna og tætta bandið millum staðsetingina, náttúruna og havið. Húsini eita nú Havgrím Seaside Hotel. Stjórarnir á hotellinum eru møðgurnar Lis Eklund og Beinta Rasmussen. 

Les longri samrøðu við tær báðar í eykablaðnum Vinnan, sum er í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskift. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her