Møguleiki fyri sól í dag

Tað vísir seinasta veðurforsøgnin hjá DMI

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Seinastu forsøgnirnar hjá DMI vísa, at sólin møguliga sær í dag. Næstu dagarnar verður tó mest skíggjað.

Sunnudagin:
Eitt lot til andøvsgul av vestri, 4 til 9 metrar um sekundið, ið snarar í ein sunnan. Turt og í løtum sól, men seinni skíggjað. Um kvøldið og náttina øtlar hann í vindinum til andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 7 til 13 metrar um sekundið. Skíggjað og um náttina regn. Hitin alt døgnið millum 9 og 12 stig.

Mánadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, ið líðandi minkar til gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Seinni náttina minkar hann til lot til andøvsgul, 2 til 7 metrar um sekundið. Fyrst skíggjað og regn, men út á kvøldið klárnar og tað verður turt í veðrinum. Hitin alt døgnið millum 9 og 13 stig.

Týsdagin:
Alt døgnið lot til andøvsgul av suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest skíggjað og møguleiki fyri regn í løtum, men um náttina turt og fyri tað mesta klárt veður. Hitin alt døgnið millum 9 og 13 stig.

Mynd: Ingi Sørensen