Møguleiki fyri sól

 

Seinastu veðurforsøgnirnar hjá DMI vísa, at vit kunnu vænta nakrar løtur við sól komandi dagarnar.

Sunnudagur:
Andøvsgul upp í ein strúk av norðan, 8 til 13 metrar um sekundið, ið minkar og snarar í ein vestan, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest turt og møguliga sær sólin. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, við regn ella ælingi. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

Mánadagur:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 metrar um sekundið, ið minkar til lot til andøvsgul av ymsum ættum, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest turt og møguliga sær sólin. Um náttina gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 metrar um sekundið, við regn ella ælingi úr vestri. Hitin alt døgnið millum 5 og 10 stig.

Týsdagur:
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein útsynning. Møguliga sær sólin og fyri tað mesta turt, men um náttina regn ella ælingur. Hitin alt døgnið millum 7 og 12 stig.