Monaco er eitt feitt lestrarstað

Fyri unga glyvramannin, Pætur Egholm Jacobsen, gjørdist ein starvssamrøða eftir loknan lestur á Glasir, startskotið til eina heilt serliga útbúgvingarleið í Monaco

 

Tá ið Pætur Egholm Jacobsen á sumri í 2019 bleiv liðugur at lesa marknaðarførslubúskap á Glasir, fór hann at søkja sær starv í Føroyum. Hann bleiv bjóðaður til onkra starvssamrøðu, og tað var til eina slíka, at hann fekk íblásturin til at leita sær út um landoddarnar.

- Eg var til eina starvssamrøðu, tá ið arbeiðsgevarin, sum eg prátaði við, spurdi meg, hví eg ikki fór út í heim at uppliva okkurt, tí eg var so ungur og hevði allar møguleikar at fara út at royna okkurt nýtt. Tað fekk meg líkasum at vakna eitt sindur við, og eg fór at kanna møguleikarnar, sigur Pætur Egholm Jacobsen.

Tað endaði so við, at Pætur fór at lesa í eksotiska Monaco við Miðjarahavið. Les meiri um hetta í Lestrarblaðnum, sum er partur av Sosialinum, ið verður borin út í hvørt hús í landinum í hesum døgum.