Monika skal umboða kongaríkið í Miss Supranational

Mynd: Miss Danmark felagsskapurin

Mynd: Miss Danmark felagsskapurin

20 ára gamla Monika Midjord Nolsøe skal í november umboða Danmark í vakurleikakappingini Miss Supranational, aftaná at hon í dag er kosin Miss Supranational Danmark 2019.


Í sjónbandinum greiðir Monika Midjord Nolsøe eitt sindur frá hví hon luttekur í kappingini. Sjónband: Miss Danmark

Tað er felagsskapurin Miss Danmark, ið á Facebook boðar frá, at Monika hevur vunnið heiðurin at umboða Danmark í kappingini, sum í ár verður hildin í Póllandi.

- Vit eru sera fegin at kunngera, at okkara vakra Monika Midjord Nolsøe frá Føroyum verður partur av okkara toymi av Danish Grand Slam Queens og umboðar Danmark til Grand Slam Pageant – Miss Supranational 2019, ið verður hildið í Póllandi frá 18. november til 7. desember. Stóra finalan verður 6. desember í International Congress Center í Katowice, Silesia, skrivar felagsskapurin.

Sambært felagsskapurin hevur kappingin ein altjóða hyggjaraskarða á 600 milliónir kring allan heimin, og fær vinnarin umleið 235.000 krónur.

Hetta er aðru ferð í ár at Monika Midjord Nolsøe luttekur í eini altjóða vakurleikakapping. Í august endaði hon nummar seks í World Beauty Queen kappingini í Korea, har hon eisini umboðaði Danmark.

 

Mynd: Miss Danmark felagsskapurin