Mortan skal fáa frið at vera í Vágsbotni

– Hetta er gera seg inn á borgarar og tað skal ein loysn fáast á tí beinanvegin, sigur formaðurin í Vinnunevndini í Tórshavnar Býráð

 

 

Mortan Johannesen er fastur fusur í Vágsbotni, og mangan er hann eisini umringaður av útlendskum ferðafólki. Og nú lovar býráðslimur, at hann skal fáa betri umstøður

Mortan Johannesen er fastur fusur í Vágsbotni, og mangan er hann eisini umringaður av útlendskum ferðafólki. Og nú lovar býráðslimur, at hann skal fáa betri umstøður

– Hetta er ein trupulleiki, sum skal loysast beinanvegin, tí hetta ber ikki til.

Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, lovar, at tey, sum selja fisk, og aðrar vørur, á sølutorginum í Vágsbotni, skulu ikki verða noydd at kasta frá sær.

Fyrr í dag skrivaðu greiddu vit frá, hvussu Mortan Johannesen, sum javnan er at síggja á sølutorginum við fiskavørum og øðrum, følir, at býráðið jagstrar seg burtur.

Orsøkin er, at nakrir pullartar eru settir upp fyri at forða fyri ferðslu út eftir bryggjuni. Men pullartarnir standa eisini framman fyri sølutorgi, so bilar sleppa heldur ikki fram at sølutorginum við bili, og Mortan Johannesen sigur, at tað rætt og slætt forkemur søluni og tí mugu tey kasta frá sær.

 

Les eisini: Eg føli meg jagstraðan burtur úr Vágsbotni

 

Men Bogi Andreasen lovar nú, at hetta málið skal loysast, soleiðis at bæði Mortan, og øll hini, sum brúka sølutorgið, kunnu selja sínar vørur í friði og náðum, uttan at verða forðað av nøkrum ferðsluforðingum hjá býráðnum.

– Sølutorgið í Vágsbotni hevur stóran týdning fyri Havnina, og tað er nakað, fólk eru ómetaliga fegin um tað

 og fólk eru ómetaliga fegin um tað, staðfestir hann.

Hann sigur, at tað var eitt øgiligt stríð at skipa sølutorgið, tí ymisk heilsufrøðilig krøv skulu lúkast.

– Vit hava ikki brúkt fleiri ár, og fleiri milliónir upp á at gera sølutorgið fyri at tað nú skal lukkast, tí at tey fáa ikki arbeiðsfrið, sigur hann.

Hann sigur, at hann í næstu viku fer hann at taka málið upp í Vinnunevndini í býráðnum fyri at finna eina loysn. Hann sigur, at fær hann ikki undirtøku fyri tí í nevndini, fer hann at leggja málið fyri Býráðið at taka støðu til.

 Og hansara uppskot er, at býráðið setir ein bumm út longur úti á bryggjuni, soleiðis at bilar sleppa ótarnaðir til sølutorgið.

Hann sigur, at hann hevur longu biðið um tilboð upp á ein slíkan bumm, og hann skal setast upp, sum skjótast.

 

– Hetta er ikki eitt mál, sum skal bíða til seinni í summar, tí tað skal loysast so skjótt sum gjørligt, sigur Bogi Andreasen.

Mortan Johannesen er fastur fusur í Vágsbotni, og mangan er hann eisini umringaður av útlendskum ferðafólki. Og nú lovar býráðslimur, at hann skal fáa betri umstøður