Mótmæla harðliga ætlanini at bygga nýtt hotell í Havn

Hetta fer at oyðileggja ta gomlu Havnina, siga mótmælisfólkini

Soleiðis sær hotellið út av bryggjuni og av sjóvarmálanum

Soleiðis sær hotellið út av bryggjuni og av sjóvarmálanum

Fólk, sum búgva úti á Reyni í Havn, eru ikki serliga fegin um ætlanin at byggja eitt hotell niðri á Bryggjubakka í Havn.

Ein umsókn liggur í umsitingini í Tórshavnar Býráð um at byggja Hotell við íbúðum undir Bryggjubakka í Havn. Byggi og býarskipanarnevndini hevur givið tilsøgn um byggiloyvi, men við ymsum treytum og enn er málið ikki avgreitt.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanardeildini sigur, at tað verður ikki enn, at málið er búgvið at taka endaliga støðu til.

Men fólk, sum búgva úti á Reyni, kalla hetta eina byggigølu, tí tað fer at byrgja Reynið inni.

– Samstundis, sum kommunan marknaðarførir Havnina við hugnaliga umhvørvinum á Reyni úti í Tinganesi sum høvuðsamboði, er býráðið nú í ferð við at gera seg inn á Tinganes, Reynið og økið rundanum við at geva loyvi at byggja hotell í økinum, siga tey.

##med2##

Fær hotellið byggiloyvi, verður seinasta opna økið móti Reyni, latið aftur, og harvið verður gamli býlingurin byrgdur inni, siga tey.

– Býráðið fer við hesum at oyðileggja ta gomlu Havnina, og tað er ein missur fyri havnafólk og onnur við, leggja tey afturat.

Grannarnir at hotellinum átala, at teir eru ikki hoyrdir og tey siga, at tey fáa heldur ikki nakað serligt at vita um ætlanina. Men tey heita staðiliga á býráðoð um at steðga á við hesi ætlanini.

– Vit eru ikki hoyrd, og vit vilja ikki byrgjast inni, siga tey. 

Soleiðis sær hotellið út av bryggjuni og av sjóvarmálanum

Soleiðis sær hotellið út av Bryggjubakka, ella av Rektaragøtu, sum gøtan eitur