Mótmælið hjá Sea Shepherd í Luksemborg bleiv steðgað (FM1)

(FM1) Hoyr Høgna Hoydal, fyrrverandi fiskimálaráðharra og føroyskan hondbóltsfjeppara greiða frá

Sea Shepherd gjørdi um seg við dystarbyrjan við mótmælisbannarum, tá dysturin millum Føroyar og Luksemborg byrjaði (Mynd: Høgni Hoydal)

Sea Shepherd gjørdi um seg við dystarbyrjan við mótmælisbannarum, tá dysturin millum Føroyar og Luksemborg byrjaði (Mynd: Høgni Hoydal)

##med2##

Víðgongdi og rættiliga Føroyahatski umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd kundi ikki bara sær, men tók høvið at mótmæla sjálvsagda og søguliga rættin hjá føroyingum at drepa grind, tá Luksemborg og Føroyar skuldu byrja HM-undanundankappingardystin í manshondbólti í Luksemborg klokkan 16.30 í dag.

Fyrrverandi fiskimálaráðharrin, Høgni Hoydal sum er millum føroysku fjeppararnar í høllini í Luksemborg greiðir frá, at hann fór saman við øðrum fólkum yvir at mótmæla hjá teimum almennu umboðunum fyri HM-undanundankappingina.

Almennu umboðini fyri undanundankappingina í Luksemborg, har Føroyar, Luksemborg, Litava og Slovakia hava kappast seinastu dagarnar kravdu beinavegin, at allir teir heimagjørdu bannararnir hjá Sea Shepherd vóru tiknir niður.

Høgni Hoydal greiðir frá, at manningin umborð á fraktskipinum, Mykines gjørdu sítt, og teir løgdu føroysk fløgg omanyvir fleiri bannarar hjá Sea Shepherd.

Sea Shepherd fólk royndu at stríðast ímóti, men tá hallarvørðarnir høvdu tikið tann seinasta bannaran niður rýmdu Sea Shepherd fólkini av staðnum, og høllin var tá 100 prosent frí fyri Sea Shepherd bannarum og mótmælum. 

##med3##

##med4##

Sea Shepherd gjørdi um seg við dystarbyrjan við mótmælisbannarum, tá dysturin millum Føroyar og Luksemborg byrjaði (Mynd: Høgni Hoydal)

(Samrøða við Høgna Hoydal um bannararnar hjá Sea Shepherd í høllini í Luksemborg)

"Stop Grindadráp" stóð á tí eina bannaranum (Mynd: Høgni Hoydal)

Manningin umborð á Mykines legði føroysk fløgg yvir bannarar hjá Sea Shepherd (Mynd: Høgni Hoydal)