Móttøka fyri Ásmundi Joensen hjá Berg Motors

Í samband við, at Ásmund Joensen gevst fyri aldur hjá Berg Motors, verður móttøka fríggjadagin hin 12. mars.

 

- Berg Motors hevur verið eitt gott arbeiðspláss, sigur 73 ára gamli, Ásmund Joensen.

- Berg Motors hevur verið eitt gott arbeiðspláss, sigur 73 ára gamli, Ásmund Joensen.

 

Ásmund Joensen er ættaður í Kvívík. Hann fór í læru í Føroya Banka í Havn í 1965 og arbeiddi har til 1977.

Meðan hann arbeiddi í bankanum, hevði hann sína egnu dekkfyritøku og umboðaði japansku Toyo-dekkini. Eftir arbeiðstíð hevði hann tænastu við dekkskifti og balansering av bilum. 

Í 1977 kom hann í starv sum bókhaldari hjá Berg Motors, sum tá helt til í J. Patursonargøtu. Í 1979 flutti fyritøkan í nýggja bygningin á Hálsi. 

Ásmund Joensen fekk í 1981 starv sum grannskoðari hjá Paula Ellefsen. Har var hann til 1985, tá hann keypti Bilasøluna Nørrønu í Hoyvík frá Beinari Vestergaard. Bilasølan seldi bilmerkini VW og Audi.

Tá búskaparkreppan herjaði fyrst í 90-unum, minkaði sølan av bilum niður í næstan einki, og Ásmund Joensen gavst í 1993 við Bilasøluni Nørrønu. Árini eftir hevði hann busskoyring og koyrdi eitt nú við skúlabørnum til Velbastað og Kirkjubøar.

Síðan 1998 hevur Ásmund Joensen arbeitt hjá Berg Motors. Hann hevur verið bókhaldari, sitið í móttøkuni á bæði persónbila- og lastbilaverkstaðnum, umframt at hann hevur havt nógvar aðrar uppgávur.

Ásmund Joensen, sum nú er 73 ára gamal, sigur, at Berg Motors hevur verið eitt gott arbeiðspláss, og her hevur hann arbeitt í tilsamans 27 ár.

Móttøka verður hjá Berg Motors á Hálsi fríggjadagin hin 12. mars frá klokkan 15 -17, og her eru øll hjartaliga vælkomin. 

- Berg Motors hevur verið eitt gott arbeiðspláss, sigur 73 ára gamli, Ásmund Joensen.