Mowi byggir risastórt avlúsingarskip

Ætlanin er, at skipið serliga skal arbeiða fyri Mowi Nord og Nova Sea.

 

Hydro Patriot verður 73 metrar langur og 16 metrar breiður. Myndina eigur Smir Group.

Hydro Patriot verður 73 metrar langur og 16 metrar breiður. Myndina eigur Smir Group.

 

Hydro Patriot verður 73 metrar langur og 16 metrar breiður, og nýbygningurin fer sambært iLaks at teljast millum heimsins størstu avlúsingarskip í laksavinnuni. Skipið verður útgjørt við nýggjastu tøknini og átta sonevndum "hydroliserlinjum". Umframt at vera eitt avlúsingarskip, fer Hydro Patriot eisini at gera aðrar uppgávur í laksaalingini.

iLaks veit at siga, at skipið í høvuðsheitum fer at arbeiða fyri Mowi Region Nord og Nova Sea. Tað verður Fiskerstrand Verft í Sunnmøre, sum fer at seta instalatiónirnar upp í skipinum, og hetta arbeiði fer sambært sáttmálanum at taka einar 11 vikur.

- Vit vilja leggja stóra orku í at hava rætta kapasitetin til okkara aling. Tað er týdningarmikið við skynsamari og effektivari viðgerð, soleiðis at eftirlitið við lúsini í allari okkara aling verður yvirhildið. Nýggja skipið verður eitt týdningarmikið amboð í hesum arbeiði, og vit síggja fram til, at Hydro Patriot kemur í gongd.

Tað sigur framleiðsluleiðarin í Mowi, Roger Pettersen, í tíðindaskrivi.

Øyvind Nymark hjá Smir Group er eisini nøgdur við avtaluna, sum tey hava gjørt við alifyritøkuna, Mowi.

- Vit hava havt eitt langt og gott samstarv við Mowi. Alifelagið hevur verið okkara samstarvspartur í menningini av hydroliser-skipanini og hava verið avgerandi í tilgongdini. Í 2015 varð prototypan roynd saman við Mowi Nord, og síðan hevur Mowi brúkt skipanina, sum eitt amboð at halda lúsini undir eftirliti, sigur Øyvind Nymark.

##med2##

Hann sigur eisini, at hjá Smir Group eru tey errin av, at Mowi framhaldandi velur at samstarva við fyritøkuna og velur tey sum veitara í einari so stórari verkætlan. - Nú gleða vit okkum til at koma í gongd við verkætlanina, leggur Øyvind Nymark aftrat.

Hydro Patriot verður 73 metrar langur og 16 metrar breiður. Myndina eigur Smir Group.

Øyvind Nymark hjá Smir Group.