Tað sær spennandi út við alingini hjá Mowi á Sandsvág, og fiskurin trívist og veksur væl.

Mowi Føroyar sær ljóst upp á framtíðina

- Alivinnan er higartil sloppin rímiliga snikkaleys í korona-kreppuni, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

 

Tað sær spennandi út við alingini hjá Mowi á Sandsvág, og fiskurin trívist og veksur væl.

 

Stjórin í Mowi Føroyar, Hans Jákup Mikkelsen, sigur, at tá løgmaður hin 12. mars í ár boðaði frá, at Føroyar nú fóru niður í ferð fyri at byrgja upp fyri smittuspjaðing, fór alifelagið eisini niður í ferð á tann hátt, at arbeiðsfólk í fyritøkuni vórðu býtt upp í bólkar - og nøkur arbeiddu heimanífrá.

- Men, tá páskirnar vórðu lagdar aftur um, settu vit fulla ferð á aftur. Vit hava fingið selt alt, sum vit hava tikið, men prísurin í einar tvær til tríggjar vikur fall úr stívliga 50 krónum og niður í einar 30-35 krónur krónur fyri kilo.

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at prísfallið tíbetur bara vardi í fáar vikur - og so kom prísurin uppaftur. Síðan hevur laksaprísurin verið á leið sum fyri korona. - Tað hevur verið ein avbjóðing at fingið fiskin avstað við flogførum, tí so lítil flúgving hevur verið, og eitt nú hevur verið trupult millum Heathrow í London og USA.

Stjórin í Mowi Føroyar fegnast um, at eftirspurningur hevur verið eftir føroyskum laksi alla tíðina, men tað er serliga flutningurin úr Evropa og til fjarmarknaðirnar, sum hevur verið avbjóðingin. - ES er nógv tann størsti marknaðurin fyri alilaks, men í okkara føri selja vit mest til Russlands, har vit hava atgongd, USA og Evropa.

Hans Jákup Mikkelsen vísir á, at tað hevur rættiliga stóran týdning fyri heimsmarknaðin av laksi, at marknaðurin í ES virkar. - Tá Frakland, Spania og Italia so smátt byrjaðu at keypa aftur, kom marknaðurin so nøkulunda upp á pláss aftur, leggur hann aftrat.

Hann heldur samanumtikið, at alivinnan - millum aðrar útflutningsvinnur - higartil er sloppin so rímiliga snikkaleys í korona-kreppuni. - Vit vóna, at kreppan, sum hevur rakt nógvar vinnur so ómetaliga hart, skjótt verður av, og hjá Mowi Føroyum síggja vit ljóst upp á framtíðina, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

Tað sær spennandi út við alingini hjá Mowi á Sandsvág, og fiskurin trívist og veksur væl.