Mugu byrja mest sum av nýggjum

Enn er ómøguligt at siga, nær vegurin ímillum Hvítanes og Havnina, í sambandi við Eysturoyartunnilin, verður liðugur

Serfrøðingar hava ávarað ímóti ruðuleika ímillum Hvítanes og Havnina - men kortini er lítið og einki hent

Serfrøðingar hava ávarað ímóti ruðuleika ímillum Hvítanes og Havnina - men kortini er lítið og einki hent

– Vit mugu byrja mest sum av nýggjum.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum og í fíggjarmálum. Og hann sigur, at er ómøguligt at siga nakað um, nær vegurin ímillum Havnina og Eysturoyartunnilin á Hvítanesi, verður liðugur.

Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og landsstýrismaður í samferðslumálu ein part av undanfarna valskeiði, hevur spurt Jørgen Niclasen, hvussu tað gongur við vegnum, sum verður ein av teimum vegunum í landinum við mest ferðslu yvirhøvur.

Jørgen Niclasen sigur, at hendan samgongan má mestsum byrja av nýggjum í hesum máli.

– Hóast innkomuvegurin til Havnar hevur verið ovarlaga á breddanum í fleiri ár, megnaði undanfarna samgonga, hvørki at hava nøktandi játtan til verkætlanina ella at fáa eina verklagslóg samtykta, sigur hann.

Hann sigur, at á fíggjarlógini fyri í ár er bara ein millión sett av til endamálið, og samstundis eru fimm milliónir fluttar frá undanfarnum árum.

Játtanin er brúkt til at seta sjøtul á eitt vegastrekki á innkomuvegnum við Skarðshjalla, við at leggja tunnilsgrót í vegin, sigur hann.

Hann sigur, at sitandi landsstýrið hevur ikki havt tingingar við Tórshavnar býráð um innkomuvegin.

Annars arbeiðir landsstýrið við eini langtíðar íløguætlan, og parturin, sum landskassin skal rinda av vegnum ímillum Eysturoyartunnilin og Havnina, verður lagdur í hesa íløguætlanina.

Jørgen Niclasen sigur, at arbeiðið við hesum er ikki komið á mál, og sostatt er heldur ikki avgjørt, hvussu nógv verður sett av til hvørja einstaka verkætlan á komandi fíggjarlóg.

Hann sigur eisini, at ætlanir hava verið um at gera innkomuvegin lidnan í stigum, so hvørt ferðslutrýstið ger tað neyðugt, og tí ber illa til at siga nær innkomuvegurin, í síni heild, verður liðugur. 

Serfrøðingar hava ávarað ímóti ruðuleika ímillum Hvítanes og Havnina - men kortini er lítið og einki hent