- Eg beri ikki agg

Tað sigur Oddbjørn Joensen, nú hann aftur er í venjaratoyminum hjá AB

Seinast hann var venjari hjá AB var í 2007, fyrsta árið hjá AB í fremstu deildini. Tá gekk ikki so væl fyrru helvt av kappingini undir leiðslu hansara. Endin var at nevndin segði hann úr starvi, tá kappingin var hálvrunnin.

 

- Úrslitini tá vóru ikki nóg góð, og so valdi nevndin at siga meg upp. Tað er einki óvanligt. Eg havi tosað væl við teir, sum ráddu í AB, alla tíðina síðani tað, sigur Oddbjørn í samrøðu við heimsíðuna hjá AB, eftir at tað í dag bleiv kunngjørt, at hann verður hjálparvenjari á Argjum.

 

- Eg havi fyri tað mesta verið hjálparvenjari og eri vanur við tað. Eg stuðli Bill hundrað prosent. Hann tekur avgerðirnar og fær frið til tað. Mín uppgáva er millum annað at ráðgeva og stuðla honum undir venjingunum, sigur Oddbjørn víðari við ab.fo

 

Hetta er triðju ferð, at Oddbjørn er venjari í AB. Hann var eisini venjari um aldarskiftið, tá AB spældi í lægri deildunum.