Mugu finna eina loysn á ótolandi støðu

Nevndarlimur í Føroya Lærarafelag ynskir tryggari umstøður til lærarar

Jona Højsted. Mynd: skulabladid.fo

Jona Højsted. Mynd: skulabladid.fo

Verandi skipan við tíðaravmarkaðum størvum í fólkaskúlanum er ótolandi og má loysast. Tað metir Jona Højsted, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, ið hevur skrivað eina grein um evnið á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Hon vísir á, at hetta er tann tíðin í árinum, tá lærarar í tíðaravmarkaðum størvum fáa at vita, um teir yvirhøvur hava eitt starv næsta skúlaár. Og tað er ein støða, ið hon heldur lítið um.

- Ár eftir ár havi eg víst á, at skipanin ikki er nøktandi. Tað kann ikki vera rætt, at lærarar, ið hava starvast í einum skúla í fleiri ár, á hvørjum ári skulu kenna seg ótryggan og ikki vita, hvørt tey hava starv eftir summarsteðgin ella ikki, og um lønarinntøkan steðgar 31. juli ella ikki, skrivar Jona Højsted.

Hon ásannar, at tað fara altíð at vera tíðaravmakaði størv í føroysku skúlunum av ymiskum ávum, men at tað má kunnu skipast betri enn í verandi føri, ið hon kallar ómenniskjaliga.

- Tá tú søkir títt egna starv á hvørjum ári, so er hvørt arbeiðsár at meta við royndartíð. Tað er púra óvanligt og ómenniskjaligt at hava fólk í starvi upp á royndartíð í áravís, skrivar Jona Højsted.

Í greinini ger hon eisini greitt, at hetta er eitt mál, ið hon ynskir at taka upp tá samráðingar verða aftur í heyst.

- Í heyst verða samráðingar. Tá mugu vit fáa eina loysn á hesi ótolandi støðuni hjá lærarum í tíðaravmarkaðum starvi. Vit kunnu ikki liva við, at vit hava útbúgvin, dugnalig fólk, sum arbeiða undir so ótryggum viðurskiftum, Jona Højsted.

Jona Højsted. Mynd: skulabladid.fo