Vágs kommuna sigur, at nýtt reinsianlegg verður sett upp til Brekkugerðar Vatnfelag um mánaðarskifti november/desember.
Brekkugerðar Vatnfelag fevnir um økið, sum sæst á myndini.
30. september 2019 varð send út tillaging í kókitilmælinum, tí seinastu vatnroyndirnar vístu, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum til brúkarar á Nesi. Hetta tilmælið verður nú tikið av, tí drekkivatnið á Nesi er reint aftur, skrivar Vágs kommuna.