Mugu framvegis kóka vatnið við Sandá í Havn

Vatnið er ikki reint enn

Kókitilmælið stendur framvegis við í økinum kring Velbastaðvegin og ein part av Argjum í Havn.

Tað er nú ein vika síðani, at koliformar bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum til Velbastaðvegin og oman í Sandágerð, og eftir øllum at døma er bilbukt ikki fingin við trupulleikan enn.

Vatnmeistarin hjá Tórshavnar kommunu sigur, at royndir eru gjørdar av vatninum, ið rennir í brunnarnar, og tað er reint. Trupulleikin er sostatt at finna í øðrum av brunnunum.

Annar brunnurin er tømdur, og farið verður nú undir at tøma hin brunnin, soleiðis at trupulleikin kann komast til lívs.

Vatnmeistarin sigur, at royndir verða aftur gjørdar av vatninum sunnudagin, og vónandi verður trupulleikin loystur áðrenn mikudagin í komandi viku.

##med2##