Mugu hava 700 fermetrar av kirkjugarði afturat um árið

Stóri fólkavøksturin leggur eisini trýst á kirkjugarðin í Havn sum mugu byggjast út alla tíðina

Havnin veksur skjótt, og sostatt veksur talið á jarðarferðum eisini alsamt. Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn í kirkjugarðinum á Velbastaðvegnum í gjár, tá ið eitt økið varð lagt afturat kirkjugarðinum.

Tað var Heri Joensen, prestur, sum vígdi hendan nýggja partin av kirkjugarðinum, sum er 2700 ferðmetrar stórt, og har tað er pláss fyri 250 gravum.

Haraftrat eru 40 parkeringspláss gjørd aftrat, sum bøtir munandi um viðurskiftini allar dagar í árinum.

##med2##

Men hetta er bara fyrsti partur, tí hesi bæði næstu árini, verður kirkjugarðurin gjørdur enn størri. Í 2021 eru eru sostatt yvir 8000 fermetrar tiknir upp í kirkjugarðin afturat og tá verður pláss fyri 1.150 gravum afturat.Tilsamans kostar arbeiðið 14 milliónir

##med3##

Samstundis verður kirkjugarður eisini gjørdur í Hoyvík. Har er fyrsti partur um at vera liðugur og hann verður bígdur um ein mánað, og har verður pláss fyri 500 gravum.

##med4##

Tá ið tann nýggi paturin varð vígdur í gjár, legði prestur fyri við at syngja ein sálm, samstundis sum at gingið varð runt um kirkjugarðin saman við samkomuni.

Annika Olsen segði, at Havnin veksur so skjótt, at tað er brúk fyri 600-700 fermetrum av nýggjum kirkjugarði - um árið.

##med5##

Higartil í ár hava verið 70 jarðarferðir verið í Havn, og í alt fjør vóru 150 jarðarferðir.

Borgarstjórin segði, at farið verður beinanvegin at at arbeiða víðari við at gera kirkjugarðin við Velbastaðvegin størri.

##med5##