Mursi forseti í Egyptalandi doyði í rættinum

Fyrrverandi forsetin í Egyptalandi, Mohamed Mursi, svímaði undir rættarfundi og doyði beint eftir sambært egyptiskum sjónvarpi.

Mynd: Ritzau/Scanpix

Mynd: Ritzau/Scanpix

Fyrrverandi forsetin í Egyptalandi, Mohamed Mursi, er deyður, eftir at hann small undir einum rættarfundi. Tað upplýsir egyptiskt sjónvarp.

Mursi, sum varð settur frá í einum kvetti í 2013, svímaði og small mitt undir rættarfundinum í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.

Mursi var longu dømdur 20 ára fongsul fyri bæði fyri dráp á mótmælisfólk og fyri njósning. Fundurin í dag snúði seg um eitt annað mál um njósning til frama fyri palestinensiska Hamas-felagsskapin.

Hann var ein leiðandi persónur innan islamistiska Muslimska Bróðurskapin.

Herurin undir leiðslu av núverandi forsetanum, Abdel Fatah al-Sisi, koyrdi Mursi frá, eftir at hópmótmæli høvdu verið.

Mursi var í 2012 valdur til forseta við eitt demokratiskt val, sum varð hildið, eftir at stórar mótmælisgongur í 2011 høvdu tvungið landsins leiðara í mong ár, Hosni Mubarak, frá. Tað var fyrsta demokratiska val í nýggjari tíð í Egyptalandi.

Stóri snávingarsteinurin var tann grundlóg, sum Mursi og isamistiski meiriluti hansara í tjóðartinginum samtyktu. Hon var grundað á eina átrúnaðarliga lóg til stórt firtni fyri sekulerar egyptar og herin.

Undir hópmótmælinum í juni í byrjanini av juli í 2013 gav herurin honum kravboð um at hann gav frá sær valdsheimildir sínar. Men Mursi vildi ikki.

3. juli legði herurin á eina islamistiska tjaldlegu í Kairo, har stuðlarnir hjá Mursi høvdu forskansað seg.

Mursi sjálvur varð handtikin, og kring um í landinum fór nú ein jagstran fram eftir leiðarunum í Tí Muslimska Bróðurskapinum.

Fleiri ákærur hava verið ímóti Mursi fyri samfelagskollrenning, og deyðadómar hava fleiri ferðir verið nevndir sum revsimøguleiki.

 

/ritzau/

Mynd: Ritzau/Scanpix