Musikkskúlanæmingar góð úrslit til ABRSM roynd

Musikkskúlanæmingar í Føroyum fingu framúr góð úrslit, nú teir vóru til roynd hjá Associated Board of the Royal Schools of Music herfyri.

Allir 55 næmingarnir, ið vóru til roynd hjá Associated Board of the Royal Schools of Music, stóðu royndina og fáa prógv.
- Próvdómarar hjá metingarstovninum í London "Associated Board of the Royal Schools of Music" ferðast til musikkskúlar um allan heim til tess at halda próvroyndir og at geva næmingum ummæli, sigur Martin Mouritsen, musikkskúlastjóri.
- Endamálið er, at næmingurin kann fara til eina óhefta og professionella próvtøku á altjóða stigi. Til royndina framførir næmingurin 3 stykkir, spælir tónastigar uttanat, lesur, syngur og greinar tónleik.

Musikkskúlaskipanin hevur samstarvað við ABRSM í meira enn 30 ár.  Umleið 100 næmingar plaga at melda seg til. Hesir tekna seg sjálvir til, og musikklærarin førir næmingin upp á hóskandi stigi.

- Próvtøkurnar eru flokkaðar eftir torleikastigi. Teir føroysku næmingarnir, sum vóru til roynd í november 2019, kláraðu seg sera væl og vóru til próvtøku á øllum torleikastigum, heilt frá byrjanarstigi til torleikastig 8, ið er tað hægsta stigið.
Fleiri fingu hægsta próvtal, og teirra millum vóru eisini næmingar á hægstu torleikastigunum