Musk við heilt nýggjum Tesla pickup

Cybertruck eitur nýggi lastbilurin hjá Tesla-stjóranum, Elon Musk. Men rútarnir brotnaðu, tá hann varð vístur fram

Ovasti stjórin í amerikansku bilaverksmiðjuni Tesla, Elon Musk hevur víst fram ein nýggjan battarídrivnan pickup, sum ikki er sum aðrir bilar.

Akfarið, sum hevur fingið navnið Cybertruck, hevur tikið øll á bóli við skørpu útsjóndini og sum er gjørdur úr rustfríum stáli, tá hann í nátt okkara tíð varð sýndur fram á heimavølli í Hawthorne í Kalifornia.

##med2##

Men alt gekk ikki eftir ætlan undir framsýningini.

Best sum Elon Musk stendur á pallinum og vísir nýggja Cybertruckin fram, skuldi hann vísa, hvussu steriki pansaðu bilrútarnir vóru.

Við eini stong sló hann á síðurútarnar, og knas segði tað. Sambært BBC hoyrdist Elon Musk banna, áðrenn hann segði: »Vit hava pláss til betringar«.

Ætlanin er at vinna ein stóran part av amerikanska marknaðinum fyri pickup og smáar lastbilar.

Prísurin er 39.000 dollarar ella umleið 263.000 krónur fyri bíligastu útgávuna. Um okkara leiðir hevði hann kostað munandi meira, tí vit hava nógv hægri avgjøld og toll, sum hevði komið oman á prísin.

 

/ritzau/

 

 

Tesla Cybertruck event in 5 minutes