Mýlafrøðingur stillar upp til kommunuval

30 ára gamla, Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, hevur fyri fyrstu ferð latið seg stillað upp til kommunuval.

 

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá er útbúgvin molekylerbiologur - ella mýlafrøðingur.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá er útbúgvin molekylerbiologur - ella mýlafrøðingur.

 

- Ein kommuna skal ikki bara veita fysiskar karmar. Tað er umráðandi, at kommunan eisini stimbrar og eggjar fólki til at fylla fysisku karmarnar við gevandi innihaldi, mentan, list og við søguni, sum skapar okkara felags samleika.

Tað sigur 30 ára gamla, Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, sum fyri fyrstu ferð hevur latið seg stillað upp til kommunuval, og hon er uppstillað í Sjóvar kommunu. Hon er gift við Fróða Otto Abrahamsen Berbisá, og saman eiga tey trý børn.

Men, hvør er so unga kvinnan, sum nú bjóðar seg fram?

- Í 2019 tók eg prógv sum cand.scient í molekylærbiologi, sum tað kallast - ella mýlafrøði - á Aarhus Universiteti. Í dag starvist eg sum vísindaligt hjálparfólk í eini granskingarverkætlan á Fróðskaparsetrinum, har vit granska í ymiskum viðurskiftum, sum kunnu vera orsøk til methøga títtleikan av Crohn’s og Ulcerosa Colitis í Føroyum.

Hon ger eisini ymiskt praktiskt arbeiði á Strandamáling. - Av tí, at bæði størvini eru fleksibul, riggar hetta stak væl hjá okkara familju, sigur hon.

Men, hvat hevur so fingið Marjun á Fríðriksmørk Berbisá at stilla upp til kommunuval?

- Sjóvar kommuna hevur gjørt eitt megnararbeiði seinastu árini, og stórar íløgur eru gjørdar í ansingarstovn, leigubústaðir, útstykkingar og annað. Men, eg vil gjarna seta fokus á trivnað, mentan og umhvørvi.

Hon vísir á, at í Sjóvar kommunu eru ómetaliga nógv søguliga spennandi støð, sum eftir hennara tykki skuldu verið virðismett hægri. - Sum bygdaráðslimur vil eg eisini verða við til at seta sjóneykuna á trivnaðin millum ung, tí tey ungu hava eftir mínum tykki ikki verið raðfest í langa tíð. Eg vil eisini eggja til, at fleiri umhvørvisvinalig átøk verða sett í verk, sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá.

Hvørji eru hjartamálini hjá nýggja valevninum í Sjóvar kommunu?

- Trivnaðurin millum tey ungu í kommununi skal takast í álvara. Eg vil verða við til at menna eitt innihaldsríkt, kreativt og trygt stað, har tey ungu kunnu verða eftir skúlatíð. Eg hugsi um eitt stað við einum dugnaligum leiðara, sum hevur røttu førleikarnar til at verða um tey ungu, og sum foreldrini hava álit á. Hetta skal verða eitt stað fyri øll, sigur hon.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá heldur, at musikkskúlin á Strondum hevur alt ov fá ljóðføri samanborið við kommunurnar rundanum Sjóvar kommunu.

- Hetta er spell, tí starvsfólkini á dagstovninum Lítlafløtti eru fantastiska dugnalig til at leggja sang og tónleik í børnini. Tí havi eg eitt ynski um ein fjølbroyttan og dygdargóðan musikkskúla, ið kann stimbra og menna tónleikaevnini víðari.

Neyðugt er eisini at virðismeta søguligu dýrgripirnar í Sjóvar kommunu hægri.

- Sjóvar Fornminnafelag er gull vert, og teirra arbeiði skal avgjørt stuðlast í størri mun. Lokala søgan er umráðandi partur av okkara samleika og trivnaði og kann geva okkum eina kenslu av felagsskapi. Tí, hevur tað ómetaliga stórt virði fyri borgararnar í kommununi at varðveita, fortelja ella endurskapa okkara lokalu fornminni.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá heldur, at støð sum fiskastykkini í Tanga, kampurin á Bergi, gálgin á Selatrað og trøllið við Sjógv eru nøkur dømi um lokalar søgur, sum eftir hennara tykki skulu meira fram í ljósið.

Um hon verður vald, vil hon eisini arbeiða fyri umvørvisvinarligum tiltøkum í kommununi.

- Hetta kundi eitt nú verið at skift oljufýringarnar í kommunalu bygningunum út við umhvørvisvinarligar orkuskipanir, og eg kundi eisini hugsað mær eina tíðarhóskandi umbygging av ruskplássinum, soleiðis at tað verður greiðari, hvussu vit skilja okkara rusk rætt. Haraftrat kundi eg hugsað mær, at vit fingu eina góða og innbjóðandi endurnýtslustøð, sum allir borgarar hava atgongd til, sigur hon.

Hvørjar verða avbjóðingarnar hjá Sjóvar kommunu næstu fýra árini, og hvønn týdning heldur tú, at Eysturoyartunnilin fer at fáa fyri tykkara øki?

- Vit eru ein kommuna í stórum vøkstri, og Eysturoyartunnilin hevur nógvar møguleikar og avbjóðingar við sær. Fólkatalið er veksandi, og við tunlinum verður meginøkið í Føroyum munandi størri. 

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá vísir á, at við størri fólkatali og størri marknaði koma bæði nýggjar avbjóðingar og nýggir møguleikar.

- Við fólkavøkstrinum fylgir eitt nú nógv nýbygging, fleiri inntøkur til kommununa, men eisini fleiri tænastur, sum skulu veitast, integrasjón av tilflytarum, so øll kenna seg vælkomin og ymiskt annað.

Hon sigur, at nýggjar avbjóðingar leggja eisini upp til nýggjar loysnir, og sum bygdaráðslimur vil hon gera sítt til, at bygdaráðið torir at hugsa nýtt. - Vit eiga at eggja okkara borgarum at verða við til at menna nýggjar loysnir og stimbra innovatión sum heild.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá heldur tað vera umráðandi, at Sjóvar kommuna ikki endar sum ein ”sovibýur”, ið stendur myrkur, tá fólk fara av bygdini til arbeiðis ella til ítrív og hugna. - Tí er avgerandi, at vit eru ambitiøs, síggja møguleikar í okkara lokalu dýrgripum og gagnnýta teir til fulnar. Hetta ger, at vit halda fast í okkara samleika, samstundis sum vit megna at fylgja við tíðini.

Hon heldur, at ein kommuna skal ikki bara veita fysiskar karmar til virksemið á staðnum. Tað er umráðandi, at kommunan eisini stimbrar og eggjar fólki til at fylla teir fysisku karmarnar við gevandi innihaldi, mentan, list og við søguni, sum skapar okkara felags samleika. - Aðalmálið er, at øll skulu kenna seg aftur og trívast í Sjóvar kommunu, sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá.

Marjun á Fríðriksmørk Berbisá er útbúgvin molekylerbiologur - ella mýlafrøðingur.