Myndaódn í Steinprenti

Ársins myndaódn verður í Steinprenti á Skálatrøð í Havn í morgin frá klokkan 16 til 18.

Gott till góman fæst, og nýggj prent hjá Hansinu Iversen verða løgd fram. Hesi eru til Steinbrá, áhugafelag hjá Steinprenti, har øll kunnu gerast limir.

Annars eru nýggj verk at síggja eftir listafólku ið hava framleitt í Steinprenti í ár:

Tóroddur Poulsen, Kirstine Roepstorff, Tróndur Patursson, Julie Sass, Bárður Oskarsson, Mie Mørkeberg, Torbjørn Olsen, Fríða Matras Brekku, Claus Carstensen, Rannvá Kunoy og Peter Callesen.