Myndir av nýggju Hasfjord

Nýggja farmaferjan hjá Strandferðsluni, sum skal sigla millum Gomlurætt og Skopun, kom seinnapartin í gjár til Føroya

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Ferjan, sum er úr Norra, skal nýtast til farmaflutning um Skopunarfjørð. Hon tekur eisini 12 ferðafólk.

Hasfjord, sum varðveitir navnið, er keypt fyri 10 milliónir krónur.

Enn er ikki greitt, nær skipið fer í sigling.

Ósemja er um sáttmálaviðurskiftini. Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, hevur sagt, at sáttmálaviðurskiftini skulu upp á pláss fyrst, áðrenn skipið kann fara í sigling.

– Eingin limur hjá okkum skal mynstra umborð, fyrr enn viðurskiftini eru komin upp á pláss, sigur hann.

Kringvarpið segði fyri løtu síðani, at Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, vónar, at málið verður loyst mánadagin.

Fundur var millum partarnar í gjár.

Skipið liggur á Vestaru bryggju, og ymiskt arbeiði verður gjørt umborð.


##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen

Mynd: Frants Jensen