Myndir frá fiskivinnukjaki á Skúlatrøð

Myndir: Dávur Winther

Myndir: Dávur Winther

Í kvøld hevur fiskivinnukjak verið á Skúlatrøð í Klaksvík – uttan áhoyrarar, sum varð sent beinleiðis í Kringvarpinum.

Avgerð er eisini tikin um ikki at hava Torradagar í Klaksvík í ár, vegna tilmælini kring Koronu, vórðu samráðingar tiknar upp við Kringvarpið um at halda fast við Torratingið, kallað.

Tað hevur verið siðvenja á Torradøgunum at serliga floksformenninir á tingi hava kjakast um fiskivinnupolitikkin í breiðarimerking undir leiðslu av Jón Brian Hvidtfeldt og eisini hevur Óluvu Zachariassen verið við sum vertur.

Tí varð valt at skipa kjakið í ár bert sum eina sjónvarpssending uttan áskoðarar, og at hon skal verða send beinleiðis frá Skúlatrøð.

Tað er Kringvarp Føroya, sum skipar fyri fiskivinnukjakinum saman við Torradøgunum.

##ms##

 

 

Myndir: Dávur Winther