Myndir: Hol og buklur á Arctic Voyager

Í morgun varð Arctic Voyager tikin upp á beding á Mest í Havn. Kúlustevnið hevur fingið skaða, og skipið hevur fingið nøkur hol og fleiri buklur

– Eg veit ikki enn, hvussu leingi tað fer at taka at gera skipið aftur, sigur Moutitz Mohr, stjóri á Mest.

Hann hevur júst verið á Mest á Skála og hevur tí ikki enn sæð botnin á Arctic Voyager.

Nú skipið, sum vigar 2300 tons, kom upp á beding, sæst, at tað hevur fingið fleiri skaðar. Hol er komið á kúlustevnið, tað er hol aðrastaðni á botninum, og skipið hevur fingið fleiri buklur og skøvur.

Arctic Voyager er tryggjaður hjá Betri Trygging, og fólk haðani vóru eisini og kannaðu skaðan í morgun.

Fólk frá Mest fara nú í gongd við at gera skipið aftur.

Tað var sunnukvøldið 3. november, at Arctic Voyager rendi á landi norðuri á Enni í Fuglafirði. Hann slapp av aftur við egnari megi. Fyri einari viku síðani kom skipið til Havnar, har tað hevur ligið og bíða eftir at sleppa upp á beding. 
 

Arctic Voyager á beding í Havn í næstu viku

Tøkni var ikki orsøk til óhappið

Arctic Voyager slapp sjálvt av aftur

Arctic Voyager rent á land í Fuglafirði


Sí fleiri myndir her:

##ms##