Myndir: Hugnaligur djóradagur í Húsavík

Í dag hava húsvíkingar skipað fyri djóradegi, sum savnar nógv fólk í bygdini.

 

Seinnapartin hevur djóradagur verið hildin í Húsavík. Hetta er ein hugnaligur familjudagur, har øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. 

Her vóru ymisk djór at síggja, eitt nú hønur, gæs, kaninir, lomb, geitir, neyt við kálvi, ymiskir fiskar, krossfiskar og hummarar.

Í ánni kundu børn sigla í gummibátum, og her var áhugin stórur. Uttan fyri Sólarris kundi tú keypa grillaðar pylsur og pylsubreyð.

##med2##

Inni í Sólarris kundi tú keypa vælsmakkandi vaflur, pannukøkur, kaffi, te og leskandi til børnini. Í bygdahúsinum var eisini tombola.

Høsnalortakapping var í einum vogni í túninum, og her eydnaðist tað at finna vinnandi seðilin upp undir endan av degnum.

Hugnaliga og afturvendandi tiltakið í Húsavik endaði klokkan 18.

##med3##

Tað var turt og rímiliga stilt í Húsavík seinnapartin í dag, men tað var eitt sindur kalt. Bygdarhúsið var opið allan dagin, og her kundu fólk seta seg.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##